Seinnu árini hava vit sæð hesi bæði góðu lið brostið saman nakrar ferðir. Hesaferð verður tað í Norðagøtu hóskvøldi á G!
Seinnu árini hava sokallaðu Legends-dystirnir verið á Djúpumýru. KÍ hevur leikt ímóti HB, GÍ og eisini ein innanhýsis dyst við tveimum KÍ liðum. Í ár hava skurðarnir játta, so tað verða teir blá-hvítu móti teim gul-bláu hesaferð og av tí at tað er G! so verður leikt í Gøtu
Flestu leikararnir vit fara at síggja høvdu teirra fótbóltsligu stórheitstíð í 90’unum og einstakir eisini heilt upp í 00’ini. Hetta eru sostatt leikarar, ið upplivdu skifti frá grús til graslíki. Hesir menn spældu í svartum gaggum – onki pink, lilla, gult ella appilsingult fjas! Vit minnast tape fremst á gaggunum, súkklushorts, kamférsalvu og plástur á nøsini – hesir leikarar royndu alt!
Hóskvøldi kl. 19 bríkslar Niklas á Líðarenda dystin í gongd og leiktíðin verður 2×30 min. Stendur á jøvnum verður farið beinleiðis til brotssparkskapping.
GÍ – Leikaralisti
- Jens Martin Knudsen
- Petur Páll Mikkelsen
- Jan Skoradal
- Pauli Jarnskor
- Alvi Justinussen
- Súni Olsen
- Poul Andrias Jacobsen
- Heini Heinason
- Erland Tvørfoss
- John Petersen
- Rúni Justinussen
- Leivur Hansen
KÍ – Leikaralisti
- Finn Baldvinsson
- Jan Andreassen
- Ove Nysted
- Sámal E. Poulsen
- Símun W. Høgnesen
- Niclas Niclasen
- Atli Danielsen
- Harley Bertholdsen
- Fríðin Ziskason
- Jan Joensen
- Stig Elttør
- Heðin á Lakjuni
- Allan Mørkøre
- Jóhann Lützen
- Kurt Mørkøre
- Eyðun Klakstein
- Arnold Joensen
- Rógvi Jacobsen
Sum skilst kunnu broytingar koma í, menn kunnu gerast skaddir undir upphitingini.



