Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Giftist í 72-ára gomlum kjóla

Danial Viðoy

23. august 2014 giftust Eilen Anthoniussen og Sjúrður Ravnsfjall. Ein hjúnabandsdagur í sjálvum sær er serstakur, men tað sum eisini skal takast við hendan dagin hjá Eilen og Sjúrði var, at brúdleypskjólin Eilen var 72-ára gamal. Ein kjóli, sum er seymaður undir krígnum.

Eilen sigur soleiðis um vakra kjólan:

Á eldru myndini eru tað Hjørdis Sørensen og Pætur Franklin Sørensen, ið giftust í 1942. Eg giftist í sama kjóla 72 ár og átta mánaðir seinni, byrjar Eilen at greiða frá.

– Toyið til kjólan varð keypt í Onglandi í 1941, har Pætur Franklin var og seldi hetta árið. Toyið varð seymað til brúðarkjóla til teirra brúdleyp tann 20. januar 1942.

– Tíverrri vita vit ikki, hvør hevur seymað, og tað hevur ikki eydnast at finna fram til fólk, ið kunnu siga meiri um hann, sigur Eilen Anthoniussen at enda.

Myndirnar síggjast niðanfyri. Sami kjóli, men 72 ár ímillum myndatøkurnar: