Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gistingarhúsini full: Ber ikki til at hýsa kapping í Føroyum

Norðlýsið

Tað letur seg ikki gera hjá Føroyum at hýsa EM-undankappingini hjá kvinnum, sum verður 9. – 11. juni í ár. Føroyar hevði annars vunnið lutakastið at hýsa kappingini. Orsøkin er, at gistingarhúsini kring landið eru nærum full alt hetta vikuskifti, og skildast hetta í høvuðsheitum, at landsdystur er í fótbólti millum Føroyar og Sveis fríggjadagin 9. juni. Tað skrivar HSF á heimasíðu sínari. 

Evropeiska Hondbóltssambandið krevur til tílíkar kappingar, at gisting er á minimum trý stjørnaðum hotelli. Høga gistitalið í Føroyum um summarið sum heild, ger tað sera trupult hjá HSF at hýsa kappingum og dystum um summari. Í bólkinum hjá Føroyum eru eisini Finnland og Grikkaland og rætturin at hýsa kappingini verður nú latin víðari til Grikkaland, skrivar HSF.

Harleywoodpaint