Fyrsta gittartingið fekk av sonnum eina góða byrjan.
Áhugin fyri sjáldsomu gittar framsýningini var stórur, og fullsett var til øll tiltøkini á tinginum.
Gittartingið varð sett av landsstýriskvinnuni í mentamálum Rigmor Dam, og forkvinnuni í mentanarnevndini í Klaksvíkar býráð, Signhild Vilhelmsdóttir.
Seinni um kvøldið vóru tveir spennandi fyrilestrar á skránni, sum leiðarin fyri Rockheim í Tróndheimi, sum er tjóðarsavnið fyri populer tónleiki í Norra, Sissel Guttormsen, og Kield Frithiof Andersson, lærari í tónleiki og serfrøðingur í Høfner gittarum, hildu.
Eftir tað var netverkan og Open Stage á skránni.
Leygardagurin byrjaði við einum spennandi tóna verkstaði, mín gittar – mítt ljóð, har avantgarde gittaristarnir Mikkjal Hvannastein, session tónleikari, Ólavur Jakobsen, klassiskur gittarleikari og Heri Joensen frá Týr, við stórum hegni og dirvi lótu áskoðarafjøldina sleppa inn har teirra tónlist sprettir.
Seinni um kvøldið varð ársins trubadur konsert á skránni í eini fullsettari Spaniastovu, har Hans Andrias Jacobsen, Martin Joensen og Lena og Niklas rørandi og inniliga framførdu teirra tónlistarligu dýrgripar.
Gittartingið endaði við lutakastinum um teir fýra stóru vinningarnar, sum vóru uppá spæl.
Teir vinnandi seðlarnir vóru 556, 358, 650 og 510. Lutakastið var til frama fyri Føroya Rokksavn, sum er sett á stovn í Klaksvík. Tær 75.000 krónurnar sum komu inn, fara óskerdar til endamálið. Í næstum fer ítøkiliga arbeiðið við savninum í gongd.
Nakrar dagar seinni var 10. flokkur úr Klaksvíkar Skúla á vitjan á Gittartinginum, har Aksel á Botni og Jógvan Andrias Joensen greiddu frá framsýningini, og Rani Nolsøe helt ein fyrilestur um søguna hjá populer tónleikinum frá afro amerikanarunum í suðurstatunum í USA til fyrstu rokk’n’rollarnar, sum settu streym til tónleikin í Føroyum fyrst í 1960 árunum.
Alt í alt ein sera góður dagur saman við inspireraðum næmingum.
Gittartingið 2018 hildið í døgunum 7. til 9. september í Spaniastovu.
Gittartingið fekk góða vitjan av 10. flokki í Klaksvíkar skúla. Fremstur á myndini sæst Jákup Oluf á Lakjuni, sum var hepni vinnarin av tí ikoniska Paul McCartney Høfner bassinum.




