Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Givin í TB/FC Suðuroy/Royn

Jákup Ósá

Ein leikari, sum undan kappingarbyrjan kom til TB/FC Suðuroy/Royn, er farin av landinum og spælir ikki aftur fyri felagið.

Ein leikari, sum undan kappingarbyrjan kom til TB/FC Suðuroy/Royn, er farin av landinum og spælir ikki aftur fyri felagið.

Talan er um norska álopsleikaran Johan Gulliksen. Gulliksen kom til felagið undan kappingarbyrjan, men hevur bara spælt ein dyst. Henrik Thomsen, virkandi formaður í TB, váttar, at leikairn er farin av landinum.

– Johan var skaddur áðrenn hann kom til okkum og tað vistu vit av. Vit ætlaðu at fáa hann kláran og tað eydnaðist til dystin móti Skála. Tá vísti hann seg at vera góðan, men tíverri bleiv hann skaddur aftur. Nú eru partarnir blivnir samdir um, at hann fer av landinum aftur og tí verður hann ikki partur av hópinum í ár, sigur Henrik Thomsen við Norðlýsið.

Hann sigur, at TB/FC Suðuroy/Royn vónar at fáa tilgongd av Teiti Justinussen í summar.