Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Giza Hoyvík og Frankie Jensen leingja samstarvið

Tíðindaskriv

Tað er okkum ein stór gleði at kunngera, at Frankie Jensen heldur fram sum høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá Giza Hoyvík.

Við at leingja sáttmálan við Frankie, hava vit tryggjað okkum ein dugnaligan venjara komandi árini. Frankie var við til at leiða besta liðið hjá okkum upp í 1. deild, og tí er tað heilt natúrligt at samstarvið heldur fram.

Spurdur um hví hann hevur valt at leingja sáttmálan, sigur Frankie: ”Vit eru í gongd við eitt ótrúliga spennandi projekt. Liðið er spennandi, ein nýggjur vøllur er á veg í Hoyvík og ungdómsarbeiðið blómar. Hetta er eitt projekt sum eg framhaldandi vil vera ein partur av”.

Nevndin í felagnum er sera fegin um at Frankie heldur fram sum venjari. Hetta gevur okkum arbeiðsfrið í fyrireikingunum til komandi kappingarár. Formaðurin, Kenneth Hovgaard Djurhuus, sigur í stuttari viðmerking: ”Frankie er ein dugnaligur venjari. Hann er maðurin sum fekk okkum upp í 1. deild, og tí lá tað líkasum í kortunum at hann skuldi halda fram”.

Frankie hevur verið venjari hjá Giza Hoyvík síðani kappingarbyrjan 2014.

Nýggi sáttmálin er galdandi í tvey ár.