Frágreiðing, sum Norðlýsið hevur fingið innlit í, vísir, at smáu sjúkrahúsini gjalda lutfalsliga nógv til Landssjúkrahúsið fyri vørur og tænastur. Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett fyrispurning til landsstýrismannin um hetta.
Í dag hava sjúkrahúsini eina felags leiðslu og skulu samstarva um at menna alt heilsuverkið. Tí kann ein seta spurnartekin við, um tað er í lagi, at ein av teimum fyrrverandi sjálvstøðugu eindunum hevur lutfalsliga stóran vinning av at selja vørur og tænastur til hinar fyrrverandi sjálvstøðugu eindirnar, seg sjálvi og Heilsutrygd.
Les fyrispurningin her: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=9898
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna



