Í morgun fór Gjógvarenni til botns við bryggjuna á Stongunum
Frá Klaksvíkar Havn verður sagt at men eru í ferð við at fáa bátin upp og beina hann burtur.
Tað liggja annars framvegis hópin av bátum við heimaru kaj sum eru klárir at fylgja Gjógvarenni niður á havsins botn.
Men frá Klaksvíkar Havn verður sagt at myndugleikar og eigarar eru í ferð við at rudda upp.
– Tað er ikki líka til at fara í holt við at beina gamlar bátar burtur.
– Men í løtuni eru vit í samstarvið við eigarar og avvarðandi myndugleikar at fáa bátarnar burtur, var sagt.




