Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Glaður fyri tíðina í innlendismálaráðnum

John William Joensen

Eg fari at minnast tíðina saman við tykkum við gleði har vit í felag fingu loyst nógv mál, segði Jógvan við Keldu, tá hann kunnað starvsfólkini í innlendismálaráðnum

Í gomlu húsunum úti í tinganesi har innlendismálaráði heldur til eru umstøður sera tættar.
Tætt er millum loft og gólv og tí arbeiða starvsfólkini eisini sera tætt sæman reint fysiskt. Øll starvsfólkini vóru savnaði í kaffistovuni tá landsstýrismaðurin kunnaði um politisku støðuna.
– Tá eg fari at hugsa aftur á hesi tvey árini í innlendismálaráðnum fari eg at gera tað við stórari gleði. Hóast vit í dagligdegnum hava arbeitt professionelt við málum so verður tað tey vinsomu andlitini sum eg altíð fari at minnast og tað arbeiði sum tit hava lagt fyri dagin.
– Eg havi verið ov leingi í politikki til at nakað kann kløkka meg longur. Tað at eg í løtuni bíði eftir eini uppsøgn frá løgmanni er bara politikkur og stingur ikki djúpari enn tað at løgmaður er bangin fyri tí sum pressan hevur blást upp um einstøk mál.
–  Nú ætli eg mær fyrst taka frí og síðani fari eg fúsur at taka upp tingarbeiði sum eg eri valdur av fólkinum at gera.