Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gleð teg til … várs!

John William Joensen

Komandi vár kunnu kundar hjá Kalli senda myndir, tónleik og annað við fartelefonini. Tá fer Kall at bjóða MMS og GPRS.


Tráðleys framtíð
Hóast GPRS-tænastan ikki enn hevur vunnið seg serliga langt fram í grannalondunum, gongur menningin alt meiri móti tráðleysum samskifti. Tí er hetta ein púra natúrlig gongd í tøkniligu menningini, og ein beinleiðis orsøk til, at eisini Kall fer at bjóða hesa tænastuna.
Avleiðingin av tráðleysa samskiftinum verður, at fartelefonin frameftir í nógv størri mun fer at verða nýtt at senda teldupostar, MMS-boð og annað við, og fyri at nøkta hendan tørv, er snøgt sagt alneyðugt at gera íløgur í hetta samskiftið.

Eisini fyri fyritøkur
Nýggja tænastan hevur við sær, at dátuferðin í fartelefonini verður munandi størri, enn hon er í dag. Tað skal sigast, at eldri fartelefonir ikki kunnu nýta hesa tænastuna. Hinvegin er nýggja tøknin bygd inn í flestu nýggjaru fartelefonirnar.
Onki er at ivast í, at nógv fleiri tænastur fara at verða bjóðaðar gjøgnum fartelefonina frameftir, og vit á Kalli ímynda okkum, at sum frá líður fara alt fleiri fyritøkur í Føroyum at bjóða kundum sínum tænastur gjøgnum fartelefonnetið.

Bestu kvøður
Vit á Kalli