Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Glóðheitur Bjartalíð sendi KÍ uppá 2. plássið

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Dystarfrásøgn: B68 leyp hvøkk á KÍ í fyrra hálvleiki, men klaksvíkingar reistu seg og vunnu at enda ein tryggan sigur.

Í fyrra hálvleiki sat KÍ tungt á dystinum og skapti eisini nógvar stórar møguleikar. Men B68 málverjin Ragnar Lindholm vísti stórspæl og bjargaði ferð eftir ferð. Serliga sannførandi var hann í tveimum førum, tá Súni Olsen skeyt væl. Í sínum fyrsta álopi fekk B68 eitt flott mál, tá Kristian Anton Andreasen skeyt eitt langskot, og so var 1-0. Men KÍ reisti seg, og Jóannes Bjartalíð kom tvær ferðir at standa leysur við málverjanum mitt fyri og báðu ferðirnar skoraði hann. Hálvleiksstøðan var 2-1, men útfrá mál møguleikum burdi tað verið væl meira.

Í seinna hálvleiki royndi KÍ at fáa eitt skjótt mál og tá ein tími var farin eydnaðist at økja. Súni Olsen sendi framúr bólt afturum B68 verjuna til Jóannes Bjartalíð, sum aftur var tryggur og so hevði hann skorað sítt fyrsta hattrick í Effodeildini og sítt fimta mál hesa seinastu vikuna. Eftir hetta javnaði dysturin seg meira út og B68 hevði til tíðir bóltin meira. Tað kundi eisini blivið 3-2 einu ferðina, men Kristian Joensen stórbjargaði. Í yvirtíðini setti Hjalgrím Elttør punktum, tá hann bleiv einsamallur við málverjanum eftir gott forarbeiði av Páll A. Klettskarð og so endaði tað 4-1 til KÍ.

Sigurin hjá KÍ sendi liðið uppá 2. plássið í Effodeildini. Bert eitt stig frá fremsta liðnum, sum er Víkingur. Men kappingin er so mikið jøvn í løtuni, at KÍ á 2. plássi bara er trý stig frá 6. plássinum, har ÍF liggur í løtuni.