Sigur stjórin á Vestsalmon, Frímund Hansen, sum ikki skilir hví Bjarni Djurhom noktar fyri at kannað umstøðurnar í Svínoy
– Eg havi ferð eftir ferð víst á at kanningar eiga at vera gjørdar av umstøðunum í Svínoy til at gera ein flogvøll.
– Men landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurhulm hevur hildi fast um at flogvøllur skal gerast á Glyvursnesi – líkamikið hvat.
– Hetta skilji eg ikki, tí fyri okkum í vinnuni hevur tað stóran týdning at nýggi flogvøllurin fer at supplera flogvøllin í Vágunum.
– Øll sum kenna til veður og vind vita, at umstøðurnar á Glyvursnesi eru sera líkar teimum á verandi flogvølli.
– Harafturat skal fleiri milliónir tons av gróti spreingjast vekk á Glyvursnesi um pláss skal vera til at gera ein flogvøll har – og samanumtikið haldi eg at ein flogvøllur á Glyvursnesi ikki gevur vinnuni tann stabilitet sum vit søkja.
– Eg havi víst á at eingilsmenn undir krígnum hildu at Svínoyggin var sera væl egnað til flogvøll og eg haldi tað vera umráðandi at hetta verður kannað.
– Ístaðin fyri at Clinton vendir til Bergen at lenda – so kundi hann í dag uttan trupuleikar sett seg á einum flogvølli í Svínoy.
– Fíggjarliga má tað vera minni munur at byggja flogvøll í Svínoy sum á Glyvursnesi tí hóast landið eisini má gera eina íløgu í ein tunnil út til svínoyar, skal hendan íløgan jú álíkavæl gerast í framtíðini um vit ynskja at landið skal vera fult útbygt.
– Og eg pástandi at tað verður minni munur á samlaða prísinum um bygt verður í Svinoy – sigur Frímund Hansen, sum í løtuni er uttanland í arbeiðsørindum.




