Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Góð 800 pund við snellu

Jóhann Lützen

Eg fekk góð 700 pund av toski og 100 pund av upsa, sigur Sámal Petur í Grund við Norðlýsið

Vit vórðu á støð í morgun og har lá 15 tonsarin Daisy Maria. Tað er Sámal Petur í Grund sum eigur bátin. Hann hevði fiska við snellu eystanfyri.

Eg var eystanfyri 6 gradir og 40 og royndi á 90 metra dýpi, tað bleiv til góð 800 pund og gott slag, sigur Sámal Petur í Grund við Norðlýsið