Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góð føroysk úrslit í Europa

Jákup Ósá

Vónin livir hjá øllum fýra føroysku feløgunum, sum spæla við í Europa í summar.

HB spældi Champions League dyst á Gibraltar móti Lincoln. Úrslitið gjørdist 1-1. Sum skilst eigur góður møguleiki at vera fyri, at HB spælir seg víðari eftir seinna dystin.
Í dag og í kvøld var so Europa League á skránni. ÍF tapti tepur í Finnlandi móti Mypa 47. Úrslitið gjørdist 1-0. Sostatt livir vónin hjá fuglfirðingum at koma víðari. Víkingur vann 2-1 á Svangaskarði móti Daugava úr Letlandi, meðan B36 á Tórsvølli tapti 2-1 móti Linfield úr Norður Írlandi. Sostatt er einki avgjørt í nøkrum dysti, tí ongastaðni er meir enn eitt mál á muni.