Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Góð fótbóltlíkindi í kvøld

Hanus Kjølbro

Fagurt veður í morgun í flestu støðum í Føroyum. Føroyar liggja í einum saðili, sum vit kalla. Hetta er miðskeiðis ímillum tvey hátrýst og ímillum tvey lágtrýst. Í einum saðili kann lufthavið vera steindeytt. Júst sum tað er í morgun.

Tað eru 2-3 m/s í morgun úr ymsum ættum.

Í morgin fer hátrýstøki norðan fyri okkum at stinga ein rygg suður ímóti okkum. Tá fer ættin at vera landnyrðingur, og vindferðin framvegis lítil – undir 5 m/s.

Men tað er dysturin í kvøld, tað skal snúgva seg um. Hann byrjar klokkan 6 í kvøld.

Tað sindri av flutningi av luft (vindur), sum er tá, fer at koma úr landsynningi-suðuri. Hetta er sambært einum KÍ-fjeppara á Nesi ein góð ætt á Svangaskarði.

So vit skulu vænta allarbestu líkindi í kvøld – lítlan og ongan vind, turt og klárt veður.

Havi viðlagt eina myndarøð, sum tikin í morgin kring Svangaskarð. Har var gott veður í morgun, sum tað sæst á myndunum. Tað er mestsum vónleyst at siga nakað um mjørka í dag – hvar hann er ella ikki, tí tað skal so ógvuliga lítið til. Men kelda okkara bedýrar, at tað er klárt í kvøld.

Her av veðurredaktiónini hjá Norðlýsinum verður ynskt góðan dyst og koyr á KÍ!!