Tað er bert eitt lítið lot út eftir Skálafirði í dag. Vindferðin er lítil og eingin, 4 til 7 m/s. Tað samdrigið; fjallatopparnir eru undan. Okkurt ælið er í støðum.
Luftin kemur til okkara norðaneftir – upprunin er eitt hátrýst yvir Finnlandi.
Tað verður ikki væntað, at nøkur broyting er í veðrinum seinnapartin í dag.
So, tá ið dystur byrjar við Løkin í kvøld klokkan 18.30 ímillum NSÍ og KÍ, fer at at vera lítil vindur, bert ein ond, sum fer at liggja eftir vøllinum – hetta fer valla at ávirka dystin. Ringt at spáa um avfall, men helst turt allan dystin, tó kann okkurt lítið æl koma.
Hitin fer at liggja um 10 stig.
Góðan dyst og koyr á KÍ.



