Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

”God is in Control”, – Harrin ræður!

John William Joensen

”The Anchor Holds” (før.: Akkerið heldur) var boðskapurin í Betesda, frá 50 væluppløgdum sangarum úr USA.

Sum vit skrivaðu frammanundan vitjanini, so var hetta helst fyrstu ferð, at samkoman í Betesda hevur havt vitjan úr USA. Tað er tó eingin loyna at sangtraditiónin í Betesda hevur sera djúpar røtur.
Betesdakórið er gott 77 ára gamalt og hevur síðan tað bleiv stovnað havt regluligar framførslur á sunnukvøldsmøtunum. Eisini hava ymsik sløg av tónleikabólkum virkað í samkomuni. Umframt Betesdakórið er í dag eitt ungdómskór sum telur umleið 30 ungdómar, ein manskvartett, og eitt barnakór.
 
Sungu føroyskt og amerikanskt í senn
Amerikanska kórið, sum vitjaði í Betesda, er úr Calvary Church í Kalamazoo í Michigan. Umframt kórið var eisini presturin í Calvary-kirkjuni, John Monro, sum er giftur føroyskari kvinnu – Gudny (fødd Gunnarsson) við á ferðini.
Sangløtan byrjaði við felagssangi, sum Jóhan Páll, Tóra og Jógvan Høj skipaðu fyri.
Sangirnir vóru úr ”Guds Fólks Songbók”, sum er sangbókin hjá brøðrasamkomuni.  Felagssangirnir vóru sangir sum eru týddir úr enskum og tí eisini væl kendir í USA, og tí bleiv sungið bæði á føroyskum og amerikanskum.
Amerikanska kórið fylti sera nógv, og tí var um at gera at tað amerikanska sigraði á tí føroyska, men tað var í øllum førum ein hugtakandi felagssangur.
Páll á Dul bjóðaði vælkomin og takkaði fyri at kórið hevði valt at gera ferðina til okkara lítla land sum annars ikki var so lætta at fáa eygað á á heimskortinum.
Síðani tók amerikanska kórið yvir og tey løgdu út við lagnum hjá Sadler/Harvill; ”Ancient of Days”.
Tað er eitt sindur torført at meta um sangstílin hjá ”Calvery”- kórinum. Kanska eru vit ikki langt av leið tá vit siga at hann var traditionellur samkomu-kór sangur við nýmótans uppseting av stemmum. Eisini var uppstillingin av kórsangarunum blandað, tvs. at stemmurnar vóru blandaðar saman, og gav hetta eisini eina aðra ljóðmynd enn hana sum vit kenna vanliga í brøðrasamkomuni. Við í ferðalagnum vóru eisini tríggir tónleikarar: Nancy Postman, klaver, Luke Cook, cello og John Hoogenboom á bass.
 
”God Bless America”
Tað er ikki so vanligt í føroyum at syngja fosturlandssangir á møtum, men hettar er rættuliga vanligt í USA. Sangurin ”God Bless America” er at finna í flestu kristnu sangbókum í Amerika, og sangurin er eisini ein góð blanding av tí tjóðskaparliga og tí kristna arvinum sum hóska sera væl saman.
Sangurin er ein vøkur bøn til Gud um at vælsignað Amerika og at hoyra sangin sungnan av Amerikanarum gevur einum eina góða kenslu av at amerikanarar eru stoltir av sínum egna landi.
Umframt at framføra kórsang, sungu samkoman og kórið saman við nøkrum kendum enskum kórsangum, og tað er ikki ov nógv sagt at hesa løtuna var takið á Betesda um at lætta sær á.
 
Gud ræður
Við á ferðini var eisini presturin í amerikansku samkomuni, Dr. John Munro.
Hann hevði ein góðan boðskap til samkomuna og tók hann støðið í støðuni í heiminum í dag.
Hann tosaði út frá hendingin tá Jesus saman við lærusveinunum kom í ódnarveður.
”Hóast Jesus hevði biðið lærusveinarnar um at fara yvir um vatnið við báti, og teir høvdu akta boðum hansara, so rendu teir seg í eitt ódnarveður, at teir vóru um at ganga burtur.
»Jesus lá og svav í bátinum og lærusveinarnir vakja hann við orðunum” Meistari, leggur Tú einki í, at vit ganga burtur?“«
Munro segði at hetta var eitt dømi um at hóast vit fylgja boðum Harrans so kunnu vit endað í ódnarveðri, og vit kunnu spyrjað um nakar Gud er til.
Men sama hending var eisini eitt gott dømi um megi Harrans, tí vit trúgva ikki einans á ein álmáttugan Gud, men á ein Gud sum hevur umsorgan fyri hvørjum einstøkum menniskja.
“Vit lesa víðari í skriftini: “Tá reistist Hann og hótti at vindinum og segði við vatnið: „Tig, ver stilt!“ Og vindurin datt burtur, og blikalogn varð.””.
Dr. John Munro segði at føroyingar kendu alt til sjógvin og tí vistu teir eisini at eftir ódnarveður gekk rúm tíð áðrenn tað aftur var stilt á sjónum, men í hesum førinum tá Jesus reisist og hóttir vindin, bleiv blika logn.
“God is in Control!” – “Harrin ræður, líkamikið hvussu øðiligir stormarnir kunnu verða í heiminum, var boðskapurin frá Dr. John Munro.
 
Góður solosangur
Ímóti endanum á konsertini framførdi sangarin Dave Bartholomew sangin ”The Anchor Holds” (før: Akkerið heldur), saman við kórinum og má sigast at hettar var tónleikarliga hæddarpunktið á konsertini og allarseinast reistist kórið og sang føroyska borðversi: “Faðir við takka tær!” á føroyskum.
Jógvan Høj takkað fyri og skemtaði við at sangurin: “Faðir vit takka tær” var eitt borðvers, og at hann tí gekk út frá at kórið tí vantaði sær okkurt aftaná konsertina.
 
Hugnaløta
Eftir konsertina bjóðaði Betesdakórið, amerikumonnunum til ábit í kjallaranum og har takkaði kórleiðarin Jógvan við Keldu, fyri vitjanina.
Hann segði m.a. at vit europearar hava nógv at verða USA takksamir fyri, og sipaði hann fyrst og fremst til heimskríggjini, og til IRAK-kreppuna.
Jógvan Gerðalíð, tók eisini orði og greiddi frá at tá Betesda kórið fylti 65 var umhugsað at gera eina ferð til USA, men at hetta ikki bleiv av nøkrum.
“Tá eg nú hoyrdi varka sangin hjá tykkum í kvøld, – hugsaði eg at tað var gott at vit ikki fóru til USA!” segði hann skemtandi.
Dr. John Munro takkaði fyri móttøkuna og endaði við at geva ein innbjóðing til Betesdakórið um at koma til Calvary Church í Kalamazoo í Michigan í USA.
Jógvan við Keldu takkað fyri innbjóðingina og segði at kórið hevði verið mangar ferðir uttanlanda og at alt kann henda í framtíðini um vit hava lív og heilsu.