Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góð líkindir hjá gesta liðunum

Tíðindaskriv

Í ár vænta fyrireikararnir einar 600 leikarar í KÍ høllini, nú sagt verður frá góðum líkindum.

Í ár vænta fyrireikararnir einar 600 leikarar í KÍ høllini, nú sagt verður frá góðum líkindum.

Onnur ár hava trupulleikar verið av veðri, har m.a. hálka hevur gjørt um seg, tá stóra innandurakappingin hevur verið í Klaksvík millum jóla og nýggjárs. Men í ár sær út til at blíva gott veður, tá yngru deildirnar spæla leygardagin 28. desember. Tilmeldingin higartil bendur á, at tað vera millum 12 og 20 lið í hvørjari kapping og helst meir í kappingunum, har størsta undirtøkan verður. Og sum vanlig er, so er bæði eysturoyggin og Havnin væl umboðað og tí skuldi alt bent á eina spennandi kapping millum tey flestu av feløgunum í hesum pørtum av landinum.

Seinasta freist at melda til innandurakappingina, nevnd Bylgju Cup, hjá teimum yngru er hóskvøldið 26. desember kl. 19.00 ella til kappingarnar eru fullteknaðar. Síðani verða bólkarnir lagdir og seinnapartin fríggjadagin 27. desember fáa øll liðini boð um, nær tey skulu spæla.

Skráin er:

Leygardagin 28. desember: U8, U10, U12 og U14

Sunnudagin 29. desember: Sjómannakappingin, U16 og U18

Mánadagin 30. desember: Vaksin