Bakkafrost skrivar í skrivi um 4. ársfjórðing í 2023, at fyritøkan seldi fyri 1.562 milliónir krónur í hesum fjórða ársfjórðingi, í mun til 1.940 milliónir krónur sama tíðarskeið árið fyri. Rakstrarúrslitið í fjórða ársfjórðingi var 356 milliónir krónur. Í 2023 var sølan tilsamans 7,1 milliardir krónur og rakstaravlopið 1,5 milliardir krónur. Samlaða tøkan í Føroyum og Skotlandi var 73.000 tons.
Í skrivinum stendur, at úrslitið í fjórða ársfjórðingi var sera ymiskt millum londini. Har tað í Føroyum var selt fyri 1.478 milliónir krónur, í mun til 1.641 milliónir sama ársfjórðing árið fyri, og rakstraravlopið (EBIT) var 460 milliónir í mun til 525 milliónir fjórða ársfjórðing í 2022, var sølan í Skotlandi væl lakari. Har var sølan í fjórða ársfjórðingini 84 milliónir krónur í mun til 298 milliónir sama ársfjórðing árið fyri. Rakstraravlopið somu tíðarskeið vóru ávikavist ÷104 milliónir krónur í mun til ÷149 milliónir sama tíðarskeið árið fyri.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri, at “Bakkafrost hevði eitt gott úrslit í fjórða ársfjórðingi við lutfalsliga munandi betri rakstraravlopi. Laksamarknaðurin var sum heild góður, og stórur eftirspurningur var á øllum høvuðsmarknaðum. Okkara laksur er sera høgt í metum og tískil fáa vit eyka góðan prís, serliga í USA, har vit seldu 25% av føroyska laksinum í fjórða ársfjórðingi”.
Víðari greiðir stjórin frá, at “Eg fegnist um framgongd innan fiskaheilsu og -vælferð í alingini í Føroyum. Nógv arbeiði og stórur dentur er lagdur á hetta øki. Ein sterkur og burðardyggur leistur er lagdur fyri alivirksemi okkara í Føroyum. Í 2023 megnaðu vit eitt miðal mánaðarligt yvirlivilsi av fiskinum á 99,4%, miðalvektin av tikna fiskinum var 4,6 kg í kruvdari vekt og 90% av fiskinum var superior góðska, ið er hægsti góðskuflokkur. Í Skotlandi eru vit ikki komin líka langt sum í Føroyum, men væl ávegis. Mánaðarliga yvirlivilsið var har 98,3% í miðal, miðalvektin á tikna fiskinum var 4,2 kg í kruvdari vekt, og 89% av fiskinum var superior-góðska”.
Somuleiðis verður sagt, at “Aftaná ein sera truplan triðja ársfjórðing í alingini í Skotlandi, gekk tað munandi betur í fjórða ársfjórðingi. Lívfrøðiliga gongdin batnaði og vit valdu at minka tøkuna mest møguligt, og heldur lata fiskin vaksa til tøku í fyrra hálvári 2024.”


