Ronnie Midjord, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsið, fegnast um tíðindi í fjølmiðlunum um at landsstýrið ætlar at varðveita føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsið, men enn hevur hann eingi boð fingið úr Heilsumálaráðnum.

– Um ætlanin er at varðveita tilboði til barnakonur á Suðuroyar Sjúkrahúsið so eru vit sera fegin um hetta og hetta kemur sera væl við hjá barnakonum sum hava sjómenn og tí ikki hava so lætt við at fara til Tórshavn at búgva í fleiri vikur. Tá talan er um truplar føðingar verða tær altíð vístar til Landssjúkrahúsið og skuldi onkur barnakona havt ynski um at átt á Landsstjúkrahúsinum so er einki sum forðar fyri tí. Men eg haldi tað verða sera týdningarmikið at vit framhaldandi hava tilboð til barnakonur um at tær kunnu eiga børnini í Suðuroynni – og vit kundu bara ímynda okkum hvat hevði hent um deildin var niðurløgd og Smyril varð lagdur vegna verkfall – sum ætlanin jú var?