Hósdagin í farnu viku vórðu tilboðini upp á byggingina á Skúlatrøð latin upp í býráðshúsinum. Skúlabyggingin er størsta einstaka byggiverkætlan, ið Klaksvíkar kommuna er farin undir, og tí var spenningurin stórur um tilboðini.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ið er formaður í stýrisbólkinum fyri skúlabyggingina, fegnast um, at tilboðini lógu nakað undir metingunum, ið ráðgevararnir annars høvdu gjørt.
– Hetta merkir, at vit hava sera dugnaligar fyritøkur her í økinum, ið veita kappingarførar prísir og eina góða tænastu. Nú verða tilboðini gjøgnumgingin, og eftir ætlan verða sáttmálar undirskrivaðir í næstum, upplýsir borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu.
Fyritøkurnar, ið høvdu lægstu tilboðini, vóru:
RÁHÚS (stórarbeiðstøka) – Sp/f MALLTEK
INNILOKING (stórarbeiðstøka) – Sp/f Norðhús
INNRÆTTING (stórarbeiðstøka) – Sp/f MALLTEK
MÚRARAARBEIÐI – Jan E. Andersen
MÁLARAARBEIÐI – Sp/f Anskar Hansen
GÓLVARBEIÐI – Gólvmenn
HVS-ARBEIÐI – P/f Blikksmiðjan
VENTILATIÓNSARBEIÐI – P/f Blikksmiðjan
CTS-ARBEIÐI – Sp/f Victor á Lakjuni
EL-ARBEIÐI – Sp/f EL-IN
Samlaði kostnaðurin fyri hendan partin av skúlabyggingini varð mettur til 68,8 mió., meðan tilboðini lógu á 65,8 mió.




