Hendan veturin hava yvir 1000 næmingar gingið á Klaksvíkar kvøldskúla og Føroya Handarbeiðsskúla í Klaksvík.
Góð undirtøka í Kvøldskúlanum
Hendan veturin hava yvir 1000 næmingar gingið á Klaksvíkar kvøldskúla og Føroya Handarbeiðsskúla í Klaksvík.
Erik Biskopstø, leiðari, fegnast yvir góðu undirtøkuna, sum vísir, at tað er ein stórur tørvur á fjølbroyttum og spennandi tilboðum í nærumhvørvinum. Tað er “in” at hugsa um heilsu og vælveru, so tí er gott at hava fleiri tilboð á tí økinum. Venjingin fyri fólk yvir 60 ár í Smæruni hevur verið ein stór success og hevur havt vøkstur øll árini. Fakfólkini, sum standa fyri tí tilboðnum, gera eitt sera gott og fyribyrgjandi arbeiði. Mong onnur heilsutilboð hava verið í vetur m.a. Aerobic, Body Balance, Zumba, Pilates, Yoga, fimleikur fyri børn og foreldur, dansur og heilsugóður matur.
Í ár hevur tónleikatilboðið eisini verið størri og fer tað eisini at síggjast aftur á framsýningini, har ymiskur tónleikur verður framførdur. Í ár hevur eisini verið eitt skeið í modelsmíð, so tað verða eisini snøggir borðabátar at síggja. Eisini varð eitt fotoskeið fyriskipað í ár, og myndir frá tí skeiðnum verða eisini vístar fram.
Archibald hevur í mong ár staðið fyri Listaskúlanum á Biskupsstøð, og í ár hevur hann havt tríggjar bólkar, sum eisini fara seta sín sjónliga dám á framsýningina.
Føroya Handarbeiðsskúli á Heygavegnum hevur havt mong skeið innan brodering, endurnýtslu og maskinbinding, og tað er altíð hugaligt at síggja, hvat næmingarnir hava fingið burtur úr.
Dýra biðidag verður stóra framsýningin hjá Klaksvíkar kvøldskúla og Føroya Handarbeiðsskúla, og har verða mong spennandi næmingaavrik at síggja. Eisini vera framførslur innan dans og tónleik og ein heilsucafé, so fólk kunnu keypa sær okkurt leskiligt fyri ein sámuligan prís.
Framsýningin er ókeypis og byrjar klokkan 15 við at forkvinnan í Mentanarnevn býráðsins heldur røðu. Øll eru hjartaliga vælkomin.




