Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góð uppmøting til aðalfundin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík

John William Joensen

Seinasta mánakvøld var árligi aðalfundurin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík. Johan Dahl, landsstýrismaður var gestarøðari undir heitinum: “Vinnuligur framburður – nú og í framtíðini”.

Seinasta mánakvøld var árligi aðalfundurin hjá Vinnulívsráðnum í Klaksvík. Johan Dahl, landsstýrismaður var gestarøðari undir heitinum: “Vinnuligur framburður – nú og í framtíðini”.

Fyrst var sjálvur aðalfundurin við vanligu skránni. Formaðurin Karl Birgir Isaksen hevði sína formansfrágreiðing, har hann m.a. vísti á eitt virkið ár hjá ráðnum við bæði fyrilestrum og eisini netverksfundum úti á ymiskum virkjum o.a. Roknskapur fyri 2014 varð framlagdur og fíggjarætlan fyri 2015, sum vóru samtykt. Limagjaldið varð viðgjørt, sum er 500 kr. árliga fyri fyritøkur upp til 10 starvsfólk og 1.000 krónur við fleiri starvsfólkum. Samtykt varð at tey skulu vera óbroytt fyri 2015.

Síðani var nevndarval á skránni, har Heini Hansen og Rani Nolsøe stóðu fyri valið. Mælt var til at velja teir aftur og at nevndin átti at verða óbroytt. Sostatt er nevndin: Karl Birgir Isaksen, Hilmar Danielsen, Elsubeth Poulsen, Rani Nolsøe og Heini Hansen. Tiltakslimirnir vóru eisini afturvaldir: Bjørghild Magnusson og Jákup Pauli Johannesen.

So fekk Johan Dahl, landsstýrismaður orðið, har hann m.a. greiddi frá útflutningstølum, framgongd í alivinuni og pelagiska flotanum. Greiddi frá heimaflotanum saman við virkjunum á landi. Eisini var frammi um ferðavinnuna, sum hevði framgongd, legði dent á innovatión og víðariframleiðslu, har hann eisini kom inn á tollforðingar, sum áttu at fáast burtur sum skjótast, so víðarimentar vørur kundu virkast her á landi. Virki bæði í Gøtu og í Klaksvík bíðaðu eftir einum góðum úrsliti.

Undir “ymist” var kunngjørt, at komandi netverksfundurin verður í Norðhavnini hjá felagnum Christian í Grótinum. Hann verður týsdagin 14. apríl kl. 10. Eisini kunngjørdi nevndin, at tað helst verður ein fyrilestur seinni frá limi úr felagsskapinum “Staten i provinsen”. Tíð og stað verður kunngjørt seinni.

Fundurin var bæði væl uppmøttur, livandi og gevandi. Nú eru so gott sum øll vinnuvirkir í Klaksvík limir í Vinnulívsráðnum, varð upplýst.