Klaksvíkingur kom fyrstur á mál allar tríggjar róðrarnar.
Í dag var skipað fyri ódnartøkum í Tórshavn. Hvør bátastødd róðri tríggjar ferðir hesar styttri spurtirnar. Væl gekst hjá bátunum úr Norðoyggjum.
5-mannafarið Fípan Fagra við dreingjum vann allar sínar tríggjar róðrar. 8-mannafarið Árnfirðingur vann somuleiðis sínar tríggjar róðrar, meðan Klaksvíkingur kom fyrstur á mál allar tríggjar róðrarnar, men hann tjóvstartaði næsta róðurin og fekk sostatt einki stig fyri tann róðurin. Tí vann Drekin Reyði samanlagt, men róðrarnir vóru allir spennandi og vístu, at kappingin helst verður hørð í ár. Tá skal havast í huga, at fleiri bátar, sum væntast at vera við í kappingini í oddinum, ikki vóru við í dag. Tað var helst galdandi fyri flestu róðrarnar.
Mynd: Klaksvíkingur á facebook




