Klárt at taka ímóti teimum nógvu festival gestunum.
Av Klaksvíkar Havn frætta vit, at teir gera alt tað teir eru mentir, til at taka ímóti teimum nógvu festivalgestunum, sum væntandi koma flótandi til Klaksvíkar. Í ár hevur Klaksvíkar Havn gjørt betri og el og vatn viðurskifti til gestirnar, við økið millum bátabrúgvarnar og ferjuleguna.
Í fjør vóru rættiliga nógvir festivalgestir, sum komu við frítíðarbátum.
Tað er einans 2-3 minuttir at ganga av brúnni, heim á festiváløkið. Tískil er sera høgligt at koma á Summarfestival sjóvegis.




