Flogbóltur, Keypmannahavn: Amager Volley Klub, sum hevur føroysku Sofíu Purkhús, Einu Kalsø og Birgit Guttesen í hópinum, hevur fingið eina dreymabyrjan uppá 2015. Í kvøld vunnu tær 3-0 á Grøndal.
Flogbóltur, Keypmannahavn: Amager Volley Klub, sum hevur føroysku Sofíu Purkhús, Einu Kalsø og Birgit Guttesen í hópinum, hevur fingið eina dreymabyrjan uppá 2015. Í kvøld vunnu tær 3-0 á Grøndal.
Settúrslitini vóru 14-25, 19-25 og 19-25.
LES EISINI: ÁRIÐ ER BYRJAÐ VÆL HJÁ FØROYINGUNUM Í AVK
AVK hevur enn ikki tapt í hesum kappingarárinum, og hevur einans tapt tvey sett tilsamans. – Men í steypakappingini hava tær tapt. Dystarfrásøgn frá tí dystinum sæst HER.
Sum nú er liggja tær úr AVK á fyrsta plássi við 35 stigum eftir 12 dystir. Á øðrum plássi liggur Frederiksberg Volley við 28 stigum, men við einum dysti færri.
Næsti dysturin hjá AVK verður sunnudagin ímóti VLI, sum liggur á triðja plássið við 27 stigum.
Hesin dysturin er nokkso áhugaverdur, tí VLI er nevniliga tað liðið í kappingini, sum hevur megnað at vunnið sett ímóti AVK.
Seinast hesi liðini hittust, endaði tað við einum fimmsettara, har AVK akkurát var við yvirlutan og vann 3-2.




