Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðar umstøður og sterkt føroyskt lið

Jákup Ósá

Tað er serliga stórur spenningur undan dystinum á Tórsvølli leygarkvøldið.

Tað er serliga stórur spenningur undan dystinum á Tórsvølli leygarkvøldið.

Tórsvøllur kann nú bjóða betri umstøður enn nakrantíð. Tak er lagt á ein part av leikvøllinum og tað merkir, at teir flestu áskoðararnir sita undir taki. Harafturat eru fantastiskir nýggir stólar komnir, so áskoðarin kemur at sita betri enn nakrantíð til ein dyst í Føroyum.
Í dag hevur landsliðið havt sína seinastu venjing. Sum skilst ganga fyrireikingarnar væl og eftir góða avrikið í Grikkalandi eru vónirnar góðar í Føroyum fyri at fáa eitt gott úrslit, hóast Grikkaland er stórur favorittur. Ein orsøk fyri góðu vónunum í Føroyum er, at fleiri av føroysku leikarunum hava víst góð avrik í Danmark seinastu tíðina. 
Dysturin á einum fullsettum Tórsvølli byrjar leygarkvøldið kl. 19.45.