Vísandi til grein á in.fo í dag 26. novembur undir heitinum “Henrik Old skumpar ikki Hvalbiartunnilin afturum”, havi eg hesar viðmerkingar.
Vísandi til grein á in.fo í dag 26. novembur undir heitinum “Henrik Old skumpar ikki Hvalbiartunnilin afturum”, havi eg hesar viðmerkingar.
Hvussu ber tað til at tunlarnir norður um Fjall og Hvalbiartunnilin altíð verða settir upp móti hvørjum øðrum? Vit sum búgva norðan fyri Fjall vita fullvæl hvussu hvalbingar og sandvíkingar hava tað og tað er ikki í okkara áhuga, at tey skulu vera fyri vanbýti, tá tað kemur til eina tryggari farleið.
Góði Henrik Old. Hvussu ber tað til, at tunlarnir norður um Fjall ikki verða settir upp móti Eysturoyartunlinum? Okkara tunlar er útsettir skjótt óteljandi ferðir, men tað eru ikki bara Viðareiðistunnilin og Hvalbiartunnilin, sum er koyrdir framum okkara. Nei, eisini Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin er koyrdir fram um tunlarnir norður um Fjall.
Nýggir tunlar norður um Fjall hava verið á verið á politiskari skrá síðani langt áðrenn nakar yvirhøvur tordi at hugsa um undirsjóvartunlar til Havnar og Sandoy.
Nei tað tykist fyri mær sum at politikarnir hugsa, at bara vit útseta hasa íløguna nóg leingi, so gerst hon kanska ikki neyðug -” tí bygdirnar verða avtoftaðar!
Er tað ongin politikari sum torir at seta rygg til at fáa skil uppá hesa raðfestingina? Sjálvandi eiga vit at útseta luksusrutuna til Havnar og byrja uppá elligomlu tunlarnir norður um Fjall og til Hvalbiar beinanvegin. Hvat við at hyggja at bráfeingis tørvinum fyri einari TRYGGARI farleið?
Góði Henrik Old. Tú ert endurgivin fyri at hava sagt á fundinum norðuri á Fossánesi fyrst í oktober, at um fígging finst til tunlar norður um Fjall, so skal tú ikki vera í vegin fyri at tunlarnir verða gjørdir. Her koma tvey uppskot:
1. Sambært íløguætlanini hjá undanfarna landsstýri (tann sum hetta landsstýrið sigur seg arbeiða eftir), er ætlanin at seta 358,5 mió av til Eysturoyartunnil og Sandoyartunnil frá 2016 til 2018. Hvat við at útseta hesa verkætlanina í trý ár og ístaðin gera nýggjar tunlar norður um Fjall?
2. Argumentið fyri at gera Eysturoyartunnil beinanvegin er ofta, at hesin (óneyðugi tunnilin) skal fíggja tann meiri neyðuga Sandoyartunnilin. Hvat við at nýta sama leist sum í hesi verkætlanini og brúka P/F Norðoyatunnilin til at fara út eftir fígging og síðani byggja og reka nýggjar tunlar norður um Fjall eisini?
Politikarar hava verið ógvuliga avgjørdir um at bummgjøldini í undirsjóvartunlunum ikki verða avtikin. Tí haldi eg tað er upplagt nú Norðoyatunnilin verður útgoldin at brúka inntøkurnar, sum annars fara til almenna fyrisiting, at byggja nýggjar tunlar norður um Fjall. Eftir hesum leistinum verður landskassin ikki ávirkaður og til ber at fara í holt við at betra eina farleið, sum hvørki livir upp til trygdarkrøv og ei heldur klárar at svølgja ta nógvu ferðsluna í tunlunum.
Góði Henrik Old. Tað búgva næstan 900 fólk norðan fyri tunlarnir norður um Fjall. Vit kunnu ikki liva við at okkara tunlar ikki standa á skrá fyrrenn í 2024. Tað ber snøgt sagt ikki til hjá okkum at bíða so leingi. So okkara ynski er at tú og restin av føroysku politikarunum vísa hvør ryggur er í tykkum og við nýggjum brillum hyggja at okkara trupulleika. Spyrjið tykkum sjálvi: Er tað rætt at tunlarnir norður um Fjall blíva við at verða koyrdir afturum í raðfestingunum? Klára tit at sova um náttina vitandi, at tit hava raðfest eina luksusrutu til Havnar framum eina deyðsfellu norður um Fjall?
Vinarliga
Irdi Jacobsen
Kommunstýrislimur í Hvannasunds Kommunu




