Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðir vinnukarmar – størri búskapur – økt vælferð

John William Joensen

Tað snýr seg um at gera samlaða búskaðin størri at fíggja vælferðina.

Vinnan er lykilin til vøkstur, og tí skal hon hava góðar karmar at virka undir. Gransking, marknaðaratgongd og smidligari lógarverk er hornasteinurin.

Fiskivinnan
Nøgdirnar eru avmarkaðar, tí eiga vit at gera alt fyri at hækka virðið, við altíð at hava bestu vinnutólini.
Eisini skulu umstøðurnar betrast umborð, fyri at gera skipini til áhugaverd arbeiðspláss. Tá verður lættari at manna skipini. Tí skulu skipanir gerast, sum gera tað lættari at skifta skip út. Arbeiðast skal framhaldandi við at fáa betri fiskiveiðisáttmálar við onnur lond.

Gransking

Meir peningur skal setast av til gransking. Gransking innan aling, fiskifrøði, reiðskap, framleiðslu, góðsku, matvørur og biotøkni eru upplagdir møguleikar at økja um virðið á verandi útflutningi. Gransking at økja um og skapa nýggjar vinnur skal eisini raðfestast, tí vitan er hornasteinurin.

Nýggjar vinnur

Íverksetanarskipanir, sum gera tað lættari hjá nýggjum vinnum at fóta sær, skulu skipast. Skúlin skal lyftast á eitt hægri støði. Tað skal verða møguligt at taka fleiri hægri útbúgvingar í Føroyum. Skulu vit vinnuliga standa okkum í kappingini í alheiminum, er neyðugt við vælútbúnum fólki við altjóða royndum.

Marknaðaratgongd

Marknaðaratgongd er treytin. Serliga umráðandi er at fáa eina betri avtalu við ES, tó uttan at avreiða fiskiríkidømið. Størri orka eigur at verða løgd í at gera handilsavtalur við onnur lond.

Smidligari lógarverk
Fyri at skapa vøkstur á vinnuøkinum er neyðugt við smidligum lógarverki á altjóða støði, sum verður dagført so skjótt, at vit ikki gerast eftirbátar í kappingini við onnur lond.

Neyðugt er aftur at dagføra FAS skipanina, fyri at gera hana meira kappingarføra.

Skatta- og avgjaldspolitikkurin má lagast soleiðis, at tað gerst áhugavert hjá fyritøkum at seta seg niður og vinna her.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður
Sambandsflokkurin