Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðu føroyameistarar, venjarar, leiðarar, stuðlar og áskoðarar!

John William Joensen

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, í røðu fyri KÍ kvinnunum: Tað verður sagt, at tað er sera trupult og krevur stóran offurvilja at vinna eitt meistaraheiti í ítrótti – menenntruplari er at endurvinna tað.

Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, í røðu fyri KÍ kvinnunum: Tað verður sagt, at tað er sera trupult og krevur stóran offurvilja at vinna eitt meistaraheiti í ítrótti – men enn truplari er at endurvinna tað.

Tí er tað eitt óhugsandi stórt bragd, sum KÍ kvinnurnar hava framt, síðani tær vunnu føroyameistaraheitið í ár 2000. Hesi árini síðani hava tær endurvunnið meistaraheitið heili 14 ferðir, og tær kunnu í dag lata seg heiðra sum føroyameistarar fyri 15. ferð á rað – og fyri 16. ferð samanlagt. Hjartaliga til lukku við tí!

Tað merkisverda er, at fleiri av teimum, sum vóru við at vinna FM í 1997 og 2000, framvegis spæla týðandi leiklut á liðnum. Og tað hugaliga er, at tá ið aðrir spælarar eru givnir ella farnir burtur frá eina tíð, hava nýggir spælarar tikið við – og hava gjørt tað eins gott ella betri enn teir undanfarnu. Allir teir mongu spælararnir, sum hava tikið eitt tak fyri liðið hesi árini, eiga sín lut í stóra bragdinum, sum vit hátíðarhalda í dag.

KÍ hevur hesi 15 árini í 21. øld vunnið fleiri sannførandi stórar FM-sigrar og onkrar meira marginalar sigrar, har vinnara viljin og dygdin á KÍ-liðnum sigraðu í avgerandi løtum.

Í 2007 stóð á hjá KÍ, tá ið B36 var á odda 2-0 í avgerandi dystinum í Klaksvík, men við tveimum málum móti endanum av dystinum tryggjaði KÍ sær avgerandi munin í meistara stríðnum – og vann FM-heitið við betri málmuni enn B36.

Árið eftir tóktist tað, sum at KÍ kvinnurnar vóru meira uppsettar enn nakrantíð áður, og tá endaðu tær aftur á fremsta pláss – heili23 stig frammanfyri nummar 2!

Aftur í ár hava KÍ-kvinnurnar vunnið FM-heitið trygt, og tað eru longu fleiri vikur gingnar, síðani avgerðin um FM-heitið fall. Hetta skuldi verða stóra metárið, og tað hevur eingin slingur verið í valsinum hjá KÍ-kvinnunum, sum í hesum hesum kappingarárinum stútt og støðugt – og uttan skinkl – hava stevnt fram ímóti gullinum!

Tað er trupult at finna finna røttu orðini at lýsa bragdið hjá KÍ kvinnunum, sum einki annað fótbóltslið í heiminum hevur gjørt undan teimum. Og tað er eisini trupult at seta røttu orðini á, hví hetta hevur latið seg gjørt.

Kanadiski leiðarin Albert Grey segði, at ”vinnarar hava gjørt sær tað til vana at gera tað, sum taparum ikki dámar at gera.”

Og vit kunnu í øllum førum siga, at KÍ-kvinnurnar heilt einfalt hava gjørt tað til ein vana at vinna. Við hvørt hava tær trumla alt niður. Við hvørt hava tær verið kroystar í avgerandi løtum, men úrslitið hevur verið tað sama hvørja ferð. Hesar stoltu kvinnur hava staðið eftir sum vinnarar.

At vinna er ikki so lætt, sum vinnarar fáa tað at síggja út sum. Tað krevur vilja, talent, treiskni, samanhald, spæli gleði og vinnara svongd at vinna eitt meistaraheiti. Faldið tað so við 15 – og tit hava KÍ-kvinnurnar.

Góðu KÍ-kvinnur! Tit hava skrivað altjóða fótbólts søgu, og tit eiga tykkara heilt egna pláss í føroyskari ítróttarsøgu. Tit hava gjørt tað ógjørliga. Tit hava gjørt tað við nærlagni, áhaldni og undirhaldi. Tit hava gjørt tað við sveittabroti og tungum tøkum. Men tit hava eisini gjørt tað við einum smíli og einari avgjørdari vissu um, at hvør einstakur spælari er partur av liðnum – og at tað er ein fyri allar, og allar fyri eina!

Vit í Klaksvík og Norðoyggjum annars eru ómetaliga errin av tykkum. Tit eru ein fyrimynd fyri øll føroysk ítróttarfólk, og tað er sjálvsagt, at vit í dag feira hendan stóra dagin saman við tykkum!

Eg vil ynskja tykkum hjartaliga til lukku við meistaraheitinum 2014. Og eisini til lukku við heimsmetinum. Og so kann eg ikki lata verða við eisini at ynskja tykkum góða eydnu við næsta kappingarári! Hetta var nummar 15 – og heimsmetið. Nú fara vit eftir nummar 16!

Hjartaliga til lukku KÍ-kvinnur og øll tit, ið varða av liðnum ella onkursvegna eru partur av hesum bragdi!

So haldi eg, at vit skulu rópa eitt trífalt hurrá fyri føroyameistarunum í kvinnufótbólti 2014. KÍ-kvinnurnar leingi livi!