Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Góður dagur hjá Brandi

Oliver Joensen

Vit tosaðu við Janus Sørensen, skipara og reiðara á Brandi. Brandur er á veg inn eftir setu norðanfyri. Vit hava havt brúkiligan fiskiskap. Men toskurin manglar, sigur Janus. Vit hava eini 500 pund av toski, nakað tað sama av longu og so eini 5000 pund av hýsu. Hýsuprísurin lá um einar 14 krónur í gjár, so liggur prísurin um tað sama í dag, so hava vit gjørt ein brúkiligan túr, sigur Janus Sørensen at enda.