Myndarøð úr Hósvík: Sundabáturin misti ov nógv í miðróðrinum til at hann kundi vinna í Hósvík. Endaspurturin var góður, har Sundabáturin hálaði næstan eina bátslongd inná, men tað var ov seint. Hvessingur hevði vunnið sær eina so mikið trygga leiðslu, at hon helt inná málið.




