Skálaberg og Sundaberg hava góðan fiskiskap og Atlantic Navigator er komin til fiskiskap og hevur kasta ímorgun.
Av JFK-Trol frætta vit ímorgun, at trolararnir báðir, Skálaberg og Sundaberg, sum royna í norskum sjógvi, hava havt góðan fiskiskap. Teir fóru av Klaksvík umleið 22. januar og hava nú um 350 tons hvør í lastini.
Atlantic Navigator kom á fiskileið ímorgun, teir hava júst kasta fyri fyrstu ferð á túrinum.




