Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góður fiskiskapur hjá Atlantic Navigator

Oliver Joensen

Teir royna suður av Munkagrunninum, í lein útsynning úr Suðuroynni og ídag fingu teir 100 tons av surimi niður í lastina.

Vit hava júst frætt frá Atlantic Navigator. Tey lata væl at, bæði fiskaríi og veðri. Veðrið hevur verið einastandandi ídag, verður sagt av Atlantic Navigator og hartil hevur fiskiskapurin verið góður, heili 100 tons komu niður í lastina ídag.
Sum kunnugt var Atlantic Navigator inni á túrinum og legði umleið 300 tons upp og samanlagt við tí sum landað var, hava tey nú fingið útivið 1000 tons hendan túrin og harafturat útivið 300 tons av mjøli.
Tey lata øll heilsa heima og siga at øll hava tað gott. Veðurmenninir spáa eitt sindur av vindi teir komandi dagarnar, men ikki rættuligt illveður.
Á leiðini har Atlantic Navigator er, eru eisini Carlton og Fagraberg og Finnur Fríði og Jupiter eru farnir inn at landa til virkið í Kollafirði. Teir landa svartkjaft til matnað.