Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Góður fiskiskapur hjá smábátunum

Oliver Joensen

Av Eiði frætta vit, at teir smáu snellubátarnir hava fiska væl seinastu dagarnar. Tað tykist, sum eitt sindur av broyting er í fiskiskapinum norðanfyri. Vánaligt hevur verið, at várfiskurin byrjar eystanfyri og so tekur seg upp vestureftir. Men í ár sýnist hevur verið nógv at fáa longu nú hjá bátunum vestanfyri.

Bert ein maður er við flestu smábátunum, sum avreiða á Eiði. Teir hava havt stutta leið, faktiskt beint norðanfyri har, og eitt nú í gjár, avreiddu 19 bátar 15 tons. Fleiri av bátunum komu við meira enn 2.000 pundum til lands í gjárkvøldið.

Orsakað av veðrinum hava bert fáir bátar verið úti í dag.