Menn lata sum heild væl at vektini í norðoyggjum.
Í hesum døgum vera fjøllini gingin. Og sum heild lata menn væl at vektini higartil, um ein tosar fyri hagarpartar í norðoyggjum. Helst hevur tað nakað við veðrið at gera, tí aðrastaðni í landinum lata teir ikki eins væl at allastaðni.
Síðsta leygardag vóru teir á fjalli í líðini vestanfyri á Kalsoynni í hagapartinum hjá Hanusi Hansen, har myndirnar eru tiknar. Raksturin gekk væl og støddin á lombunum var á góðari leið havandi í huga, at flestu lombini vóru lembd seinni enn vanligt í ár. Lombini blivu við tyrlu flogin oman í Mikladal.