Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góður stemningur í Dublin

Jákup Ósá

Umleið 50 føroyskir áskoðarar hava hildið saman ogstemningurin er góður undan kvøldsins dysti.

 

Føroyska ferðalagið fer eftir ætlan á veg móti leikvøllinumkl. 14 í dag ella 6 tímar áðrenn dystarbyrjan. 12. maður skipar fyri atáskoðararnir fáa hvítu búnarnar uppá. Eisini kemur fyrrverandi føroyskilandsliðsvenjarin Brian Kerr á vitjan hjá føroysku áskoðarunum, frætta vit úrDublin. Annars eru áskoðararnir spentir uppá leikvøllin, ið eitur AvivaStadion, ið sigst vera ein tann flottasti leikvøllurin, ið føroyska landsliðiðnakrantíð hevur leikt á.

 

Keane setur met

Í írsku fjølmiðlunum fyllir tað nógv, at Robbie Keane íkvøld setur met við at hava spælt mest landsdystir fyri Írland. Undan dystinumhava bæði hann og Shay Given leikt 125 dystir, men í kvøld fer Keane framum, tíGiven spælir ikki.

 

Landsdysturin millum Írland og Føroyar byrjar kl. 19.45føroyska tíð í kvøld.

 

Mynd: FSF