Tað gekk sera væl hjá rennarunum úr Treysti í VK-5, sum var á Fossánesi leygardagin. Sjey sigrar í níggju bólkum bleiv tað til, og harvið bleiv Treysti enn einaferð mest vinnandi felag í einari Vetrarkapping
Tað gekk sera væl hjá rennarunum úr Treysti í VK-5, sum var á Fossánesi leygardagin. Sjey sigrar í níggju bólkum bleiv tað til, og harvið bleiv Treysti enn einaferð mest vinnandi felag í einari Vetrarkapping.
Undan kappingini varð nýggj øðrvísi ruta stungin út í kortið. Spennandi var hvussu rennararnir fóru at taka ímóti henni, men øll lótu væl at. Hon var hørð, men góð hildu fleiri rennarar. Fyri áskoðararnar var hon góð, tí rennararnir vóru sjónligir nokkso stóran part av hvørjum umfari. Mest asfalt, men eisini bøur vóru undirlendi á rutuni, sum var eitt umfar á knappar 2 km, sum skuldi rennast fýra ferðir.
Tvær stuttar mótbrekkur, sum tóku nógvar kreftir frá rennarunum á hvørjum umfari. Fyrst frá Fossávegnum, niðan um skúlan, omanaftur á Fossávegin og einar 200m norðureftir, og so teir tungu 150 metrarnar gjøgnum bø og haga niðan á Múlavegin.
Fyrst niðan um Skúlan á Fossánesi og so………frá Fossávegnum og niðan á Múlavegin
Kappingin, sum áður hevur verið í Hvannasundi, varð flutt norður á Fossánes m.a. fyri, at gera umstøðurnar fyri bæði rennarar og fyriskiparar enn betur. Umstøðurnar at renna vóru góðar. Líkindini at renna vóru heilt góð. Kappingin var væl fyriskipað og var stuttligt at sígga málportalin á málinum. Umstøðurnar í Skúlanum á Fossánesi eru góðar fyri bæði rennarar og fyriskiparar.
Marnar Djurhuus vann tryggan sigur frammanfyri Hallur Holm
Í opna bólkinum sá spennandi út eftir fyrsta umfar, tí tað var bert Marnar Djurhuus, sum var klárt á odda. Men á næsta umfari byrjaði væntaði oddurin at forma seg við Marnar Djurhuus, Hallur Holm og Einar Gregersen á teimum fremstu plássunum. Marnar og Einar vóru samstundis fremstu mansunglingar. Á næstu plássunum var meira spenningur og hendu broytingar ávegis. Niels Poulsen lá leingi á fjórðaplássi, men bleiv í seinna enda yvirhálaður av Regini Thomsen og Marnar Pattinson.

Einar Gregersen hevði ein góðan dag. Jonhard Larsen vísir støðuga framgongd
Hallur Holm fór við fyrstaplássinum í veteranbólkinum, men kappingin bleiv spennandi millum Heina Gregersen og afturvenda Albert Johansen um næstu plássini, men Heini bleiv tann fremri á mál.
Í superveteranbólkinum var tað enn einaferð Jens Weihe, sum vann frammanfyri Pól Sundskarð og Jóannes Ortind, sum einu løtuna fekk kapping frá Gunnari Simonsen, sum byrjar at koma fyri seg aftur eftir skaða.
Jonhard Larsen og Jens Weihe. Rebekka Fuglø vann hjá kvinnunum
Hjá kvinnunum legði Rebekka Fuglø seg á odda frá byrjan og helt á mál. Rigmor N. Arge og Duruta R. á Lofti høvdu ein harðan dyst um annaðpláss. Rigmor hevði tað eina løtu, men endin varð at Duruta fór avstað við tí. Rebekka var einasti kvinnuunglingur og vann sostatt tann bólkin eisini.
Í kvinnuveteranbólkinum vóru tað Ella Áarstein og Karin K. Peteresen íð luttóku, og varð Ella fyrr á mál av teimum báðum.
Í dreingjabólkinum gjørdi Gunnar Sivertsen ein ordans vørr, og vann óvæntað ein rættiliga tryggan sigur á Teitur Bjarnastein og Steingrím Hallsson. Í gentubólkinum var ongin Sára Debesardóttir við, og tí lá tað til Oddvør Josephsen, sum vann, men hon fekk kapping frá bæði Rutt Gregersen og føðingdagsbarninum Hildur Poulsen.
Øll úrslitini eru at finna á á www.fif.fo ella við at trýsta her.
Eftir renningina blivu heiðursmerkir handaði í skúlanum, har eisini tíð var til ein kaffimunn og renniprát.
Treysti vil hervið takka Hvannasunds Kommunu fyri vælvild í smb. við Skúlan á Fossánesi, og eisini ein tøkk til øll hjálparfólkini hendan dagin.





