Um veðurmenninir eru á rættari kós, so kunnu vit framhaldandi rokna við góðum veðri og hita upp til 16 stig.
Góðveðrið, ið vit hava havt nú í eina tíð sær út til at fara at halda sær í hvussu so er fleiri dagar fram, um veðurmenninir meta rætt.
Bæði DMI og Theyr eru samd um at tað verður sera lítil vindur. Íslendsku veðurmenninir spáa tó heitari veður enn danir. Ímeðan DMI sigur mesta hitan at fara at vera 15 stig, so siga íslendingarnir 16 stig.
So smálombini fáa í hvussu so nakrar dagar afturat við góðum veðrið, annars er ikki so sjálvdan at lambasprænur ger um seg hesa tíðina.




