Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gog skrivar: Slaturin gongur

John William Joensen

Í hesum slaturtíðum, hava søgusmíðarar úr at gera við at smíða søgur um arbeiði við rundkoyringini í miðbýinum.

Hendan fyrsta søgan kemur frá søgusmiði, sum dagliga arbeiðir í miðbýnum.
 
Ringurin
Erland Jacobsen (Erland í Búðunum), sum stendur fyri arbeiðinum at gera rundkoyringina í miðbýnum og sum dámar væl at skemta, greiddi Norðlýsinum frá at hann nú hevði fingið nýtt navn.
“Onkur avísur í arbeiðsskúrinum, kallar meg nú fyri: – Lord of the Rings!”
PS: Søgan er bygd á verðuligar hendingar
 
Teir drekka kaffi
Í hesari vikuni frættist at nú drekka teir bara “Cirkul-kaffi” í arbeiðsskúrinum í miðbýnum.
 
Uppskot til standmynd
Eisini eru fleiri uppskot komin inn um motiv til eina standmynd í miðjuni á rundkoyringini.
Eitt uppskot er at standmynd skal gerast av fyrrverandi borgarstjóranum Jógvan við Keldu og borgarstjóranum Steinbjørn O. Jacobsen, har teir standa rygg móti ryggi og hyggja hvør í sína ætt. (PS: Er tað av tilvild at borgarstjórin hevur ein sirkul (O.) sum millum navn?)
 
Landsbyggifelagið
Ein ónevndur persónur sum var sera misnøgdur við at verkfrøðingarnir hjá Landsbyggifelagnum í Havn høvdu megnað at tekna  oynna í miðjuni ov stóra, so alt arbeiði mátti gerast av nýggjum, mælti til at ein standmynd var reist av stjóranum fyri Landsbyggifelagnum kínandi einum  frensi.

Gog

Harleywoodpaint