Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gomlu menninir hjá KÍ vunnu

Jóhann Lützen

Teir kunnu kalla seg Føroyameistarar í Old boys. Seinni í ár gongur leiðin út í Evropa

KÍ hevur lið í øllum deildum hjá FSF. Ein av deildunum, sum fyri tað mesta gongur undir radarinum, kallast Old boys. Hetta er fyri menn sum hava fótbóltsligu framtíðina aftanfyri seg, men huginum at spæla bilar framvegis einki.

Í gjárkvøldið varð kapping í Klaksvík har KÍ kundi vinna Old boys deildina. Teir svíktu ikki álitið og hóast teir vóru skerdir og manglaðu týðandi leikarar, so struku teir avstað við steypinum. 

Seinni í ár fara teir til Íslands til serliga Old boys kapping. Í fjør vann KÍ hesa kapping

Harleyfacadeacryl