Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Gongd i haga og nýggja ferðavinnuætlanin

Gurið Lómfelli

Tá tað kemur til hvørsmansrætt til øll, so eri eg ikki fyri tí. Ferðafólk, sum koma til landið, skula ikki kunna ganga alla staðni fyri 150kr.

Havi seinastu 6 árini gingið sera nógv í fjøllunum og eri nú at rokna sum gongufólk ella fjallafólk. Vit eru ein bólkur av fólkum, sum ganga sera nógv – eisini hava fleiri av okkum sum mál at ganga øll fjøllini.

Verði ofta spurd, um eg boði bøndunum frá ella biði um loyvi. Til tað er at siga, at tað geri eg ikki altíð. Mett verður um, t.d. í lembing, fjalltíð og harutíð. Men kunni meg so at siga altíð áðrenn um evt. fjallgongur.

Havi bert møtt vælvild, tá eg havi ringt til bøndur og spurt meg fyri. Og ofta eru sera nógv góð rað givin við á vegnum, tí eingin kennir hagan og fjøllini so væl sum tey, sum eiga og festa. Havi eisini hug at nevna teir túrar, sum eg havi verið so heppin at sleppa við saman við bøndunum. Teir eru nakað heilt serligt.

Lógin, sum vit hava virkað undir er Hagalógin frá 1937. Ein lóg, sum eg ikki havi givið mær stórvegis far um í mínum uppvøkstri. Uppvaksin norðuri í Vík høvdu vit sum børn frælsi til at ganga frítt í haganum – tó við skili og ábyrgd.

Hendan lógin ásetur greiðar reglur um, hvussu farast skal fram í høgunum bóndanna og haganna millum. Samfelagið er nógv broytt síðani tá, og vit hava fingið turistar og fólk sum njóta náttúruna, gongufólk. Men lógin er enn tann sama og er galdandi.

Í fleiri ár hevur verið tosað um at gera nýggja lóg, og nú er so eitt uppskot farið út til hoyringar hjá øllum møguligum viðkomandi pørtum.

Tað fyrsta, sum fall mær í eyguni, var sjálvt heitið: ferðavinnuætlan. Nú skula vit frá einari lóg um landbúnað inn í eina lóg, sum hevur við ferðavinnu at gera. Nýggja ferðavinnuætlanin hevur í denn grad eisini nógv við landbúnað at gera.

Havi ikki mett meg havt nakað útistandandi við nakran bónda ella festara, sjálvt um onkur teirra møguliga hevur ilskast inn á, at vit ganga í fjøllunum. Tað eru ikki allir, sum tíma tað.

Í summar gjørdist eg ferðaleiðari og havi gjørt nakrar túrar í fjøllunum síðani tá. Saman við makkaranum hjá mær hava vit gjørt avtalu við Saksunarbøndurnar báðar um at gera túrar í teirra høgum.

Sum sagt, metti eg meg ikki hava nakað útistandandi við nakran bónda. Tí kom tað sera dátt við at blíva meldað saman við fyriskiparanum fyri ein túr gjørdan saman við einum bólki av føroyskum fjallafólki. Hetta var 17.08.23.

Vit høvdu tryggjað okkum, at eingin aktivitetur var í fjøllunum tann dagin og høvdu tosað við ein, sum gongur á fjall har. Men høvdu ikki biðið allar 4 hagarnar formelt um loyvi. Dagin eftir ringdi eg til umboð fyri allar hagarnar og bað um umbering fyri, at vit ikki høvdu ringt til teir áðrenn.

Tá fekk eg at vita, at vit vóru blivin meldaði. Í fyrstu atløgu spurdi politiið, um vit ikki kundu siga frá næstu ferð. Tað játtaðu vit.

Men málið steðgar ikki har. Blívi uppringd aftur í okt. 2023 av politinum. Tann eini hagin vil ikki góðtaka, at tað varð farið so lætt um tað og hevur ikki slept málinum. So vit eru meldaði enn.

Hetta málið er kent av gongufólkum og eisini av fleiri bøndum og er hetta eitt mál, sum tyngir.

Tí gleðist eg um, at tað sýnist sum um, at niðurstøðan frá fundinum hjá Bóndafelagnum og Óðalsfelagnum fyri 2 døgum er, at føroyingar skula ganga frítt.

Sjálvi ynski eg mær ein hvørsmansrætt fyri føroyingar. Havi absolutt einki ímóti einari smidligari fráboðanarskipan, sum gongur báðar vegir. Og fari eg framyvir at kunna meg um aktivitetir í fjøllunum áðrenn túrar.

Vit gongufólk eiga ikki at vera mótpartar hjá bøndunum. Tvørturímóti eiga vit at kunna vera saman um at fara væl um náttúruna.

Tá tað kemur til hvørsmansrætt til øll, so eri eg ikki fyri tí. Ferðafólk, sum koma til landið, skula ikki kunna ganga alla staðni fyri 150kr. Tey skula hava ávís støð og gøtur, sum tey kunna ganga á.

Fólk á staðnum skula kunna skipa ferðavinnutilboð hjá sær sjálvum. Sjálvandi. Og ongantíð betur, um tey kunna forvinna sær pengar burturúr ferðavinnuni og skapa arbeiðspláss úti á smáplássinum.