Eftir at hava tapt allar dystirnar í fyrru helvt av kappingárinum, er vend komin í
Unga Mjølnir liði vann fyrst 3-2 ímótið fleyr í havn, men tapti síðan 3-2 ímóti íf í Klaksvík, eftir at hava ført 22-0 í settum. Seinasta vikuskiftið leikti Mjølnir so ímóti sí í sørvági. Mjølnir byrjaði væl í fyrsta setti, men eftir at hava ført 21-17 kom stíður í, og tapti Mjølnir fyrsta settið 25-22. Mjølnir svaraði aftur við at vinna 2. settið trygd 25-17. Síðan svarði sí aftur við at vinna 3.settið 25-21, har liðini fylgdust upp til 20, men síðan dróg sí frá og vann settið. ì fjórða settið var eingin ivi, Mjølnir legði hart út, og kom uppá 10-2 og og endin var at Mjølnir vann 25-16. Nú var støðan 2-2 og dysturin skuldi avgerðast við einum javnbrótara, har leikt verður upp til 15, og minst 2 stig skullu verða á muni. Mjølnir vann fyrsta bóltin, men síðan kom stíður í, og sí fór frá Mjølnir og vunni seg uppá 5-1 aðrenn Mjølnir vann sín næsta bólt.
Tá liðini býttu síðu í 5. settið var støðan 8-3 til Sí, so nú sá svart út. Mjølnir mennirnir tóku seg nú saman og fingu sí aftur við støðuna 9-9, og síðan skiftust liðini at vinna hvør sín bólt upp til 11-11, men síðan kom stígur í og sí vann seg uppá 14-11, og var bert ein bólt frá at vinna dystin. Men eftir at Mjølnir hevði tikið eitt timeout, og gjørt eina útskifting megnaðu Mjølnir at vinna næstu 3. bóltarnar,og harvið var støðan 14-14. Mjølnir gjørdu tað ikki nemmari fyri seg sjálvar við síðan at gerða ein servufeil, og enn einaferð hevði sí matchbólt, men Mjølnir megnaðu at vinna næsta bóltin, so nú var 15-15.
Við 2. skørpum servum frá Hanni Niclasen eyðnast tað loksins mjølnir at vinna 2 teir næstu bóltarnar, og harvið settið 17-15 og dystin 3-2.
Fyrra helvtin av kappingarárinum, royndist ikki væl hjá monnunum hjá Mjølnir. Spælandi venjarin seinstu árini vlado er ikki við í ár, og tað sigur seg sjálvt at missurin av so góðum einum spælara merkist. Nú hava ungu Mjølnir leikarnir so prógva at dugur er í teimum, og kunnu teir vinna øll liðini um teir fáa spælið at koyra.
Næsti dysturin hja Mjølnir monnunum verður leygarmorgunin Kl 11.00 í badmintonhøllini, har sí kemur á vitjan. Spennandi verður um Mjølnir klárar at endurtaka sigurin í sørvági. Støðan eftir 9 dystir er at íf hevur 11 stig, sí 6 sti, mjølnir 4 stig og aftast er fleyr við 3 stigum




