Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongdin í málinum um Kongshavnar Útgerðarfelag

John William Joensen

Her er ein stutt gjøgnumgongd av skjølum í málinum, sum løgmaður og fíggjarmálaráðið kannar viðvíkjandi reiðaranum, vinnulívsmanninum og langsstýrismanninum Tórbjørn Jacobsen

Vit hava valt at fylgja málinum frá í dag og aftur til november 2003

Tann 12. mars 2008
svarar Føroya Løgmaður at hann er í ferð við at kannað umstøðurnar viðvíkjandi Kongshavnar Útgerðarfelag og landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum.
Fíggjarmálaráði skal avgerða um Kongshavnar útgerðarfelag selpur at føra stuðulsláni, sum var knítt at Napoleon, yvir á annað skip.
Løgmaður svarar at tað er nýtt fyri sær at landsstýrismaðurin skal hava selt virðir úr felagnum – sum Jacob Vestergaard, løgtingslimur, vildi verða við í fyrispurningi til Løgmann.


Tann. 13. februar 2008

verður stjóraskiftið fráboða Skráseting Føroya.


Tann 8. februar 2008

er Aðalfundur í Kongshavnar Útgerðarfelag har Tórbjørn Jacobsen leggur frá sær sum stjóri í felagnum.

Tann 4. februar 2008
setur Føroya Løgmaður Tórbjørn Jacobsen í starv sum Landsstýrismaður í Fiskivinnumálum

Tann 7. juni 2007
Skrivar Fiskimálaráði í brævið til advokatin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag:

Kunnast skal um at soljóðandi skriv í dag er sent 3-mannanevndini eftir lóg um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum:
”Viðvíkjandi umsókn um at niðurskrivingin av restsskuld, sum hevur veð í Napoleon, kann halda fram í øðrum fiskifari.
Hjálagt er harumframt avrit av pantibrævinum, sum tann 26. apríl 2007 er strikað eftir átekning á auktiónsskeyti, dagfest 4. august 2006. Eisini er hjálagt kontoavrit frá Gjaldstovuni, dagfest 7. juni 2007.

Tann 29. september 2006
Skrivar advokaturin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag bræv til fíggjarmálaráðið.

Í samband við at rækjutrolarin Napoleon varð seldur á tvingsilssølu í mars í ár fullu øll studningslánini í landskassanum til gjaldingar, tá øll skuldin í skipinum ikki var niðurskrivað um hetta mundi.

Undirritaði skal tískil, sum advokatur fyri eigaran av Kongshavnar Úgerðarfelag, søkja um, at tilsøgn verður veitt felagnum um at restsskuldin kann halda fram í øðrum fiskifari, sum felagið fer at gera eina roynd at útvega sær, um Fíggjarmálaráðið er sinnað at játta eina slíkari umsókn.

Viðmerkjast skal annars, at soleiðis sum fíggjarliga støðan er í løtuni, so eru oni útlit fyri at landskassin kann fáa nakran dekning fryi nevnda ágóða.

Úrslitið verður ivaleyst, at felagið fer á húsagang uttan at nakar dekningur verður til kreditorarnar.

Vil Fíggjarmálaráðið hinvegin ganga umsóknini á møti eru ávís útlit fyri at felagið kann yvirliva og halda fram við virksemi sínum.

Sæð í ljósinum av nevndu viðurskiftum og vónleysu útleitum um lánið ikki verður umlagt, vóna vit at Fíggjarmálaráðið kann ganga hesi umsókn á møti.

Tann 24. mars 2006
Poul Hansen advokatur hjá Fiskimálastýrinum skrivar til Fiskimálaráðið:
Á tvingsilssølu í dag kl. 13:30 yvirtók Føroyar Sparikassi bátin (Napolion) við boði uppá kr. 6.300.000,- sum júst var nóg mikið at rindað sjóveðið.

Tann 20. mars 2006
Skrivar Marjun Magnussen til Rógva Reinert og Bjørn Kalsø
Vit mugu taka eitt prát um hetta mál…..Tvingsilssølan verður fríggjadagi.

Tann 17, mars 2006
skrivar advokaturin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag teldupost til Marjun Magnussen
… um ein váttan um at Fiskimálaráðið umboðandi Landskassaveðrættindini í skipinum …….respekterar ein nýggjan veðhavara, sum kemur inn á 1. veðrætt….Ætlanin er at fáa skipið umfíggjað m.a. vð einum láni úr Realinum upplá 25-26 mió. kr…..

Tann 23. februar 2006
Skrivar advokaturin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag ein teldupost til Fiskimálaráðið:

Hetta hevur skund. Eg fái ikki samband við fiskimálaráðharran sjálvan at viðgerða støðuna hjá rækjutrolaranum Napoleon. Kanst tú tískil okkara vegna spyrja fiskimálaráðharran beinanvegin um vit ikki kunnu fáa at vita um nakað uppskot verður lagt fyri tingið, sum gevur landinum heimild at víkja fyri einum hóskandi rakstrarláni í skipinum, so vit kunnu fáa hetta endurfíggjað og harvið fáa skipið aftur til fiskiskap.

Úrslitið er, at tað er Fiskimálaráðið sum nú einsamalt avgerð um skipið skal fara á tvingsilsølu ella ikki. Fer skiið á tvingsilsølu er úrlitið mest sannlíkt, at øll trygd hjá landinum hvørvur og at skipið fer úr flotanum.

Onki annað skip kemur ístaðin og verður føroyski rækjuflotin tá einn eitt skip fátækari.
….. tað er nú bert Fiskimálaráðharrin sum kann taka støðu til hvørt skipinum skal vera lív lagað ella ikki.

Tann 22. februar 2006
skrivar Heðin Weihe á stjørnarskrivstovuni hjá Fiskimálaráðnum, til Poul Hansen, sum er advokatur hjá Fiskimálastýrinum:

Víst verður til skriv tyggara… har biðið verður um uppgerð av krav landskassans í skipinum.

Sum tað framgongur av viðlagda avriti av pantibrævi landskassans, var upprunaliga veðskuldin í Napoleon kr. 41.435.000,62.
Í bóhaldinum hjá gjaldstovuni er saldoin niðurskrivað til kr. 11.330.590,82.

Í § 5, stk. 1 í løgtingslóg nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá fjarfiskiflotanum er ásett, at um so er, at fiskifar, ið hevur fingið umlagt lán v.m. samb. §§ 2-4 skiftir eigara, áðrenn øll skuldin er niðurskrivað, fellur skuldin, heruppií tann parturin, sum er niðurskrivaður, til gjaldingar. Henda áseting er endurtikin í pantibrævinum.

Sambært pantibrævinum verður umlagda skuldin niðurskrivað yvir 15 ár frá 1998 at rokna.

Hetta merkir sostatt, at krav landskassans pr. tvingsilssøludagin er øll upprunaliga skuldin uppá kr. 41.435.000,62.

Mikudagin 8. februar 2006
spyr Tórbjørn Jacobsen, løgtingslimur, løgmann um landskassin hevur rinda ferðaseðlar fyri Bjarna Djurholm tá hann var á vitjan í USA:
Løgtingsmaðurin, sum sjálvur hevur eitt felag har landskassin hevur 41 milliónir hangandi í leysum lofti, endar spurning til løgmann við hesum orðunum:

.….tí er tað við ikki sørt av spenningi, at vit bíða eftir, hvussu núverandi oddviti landsins fer at svara hesum fyrispurningi, og hvønn leist hann krevur av sínum undirsáttum, tá ið fløkja møguliga er komin í ímillum almenn og privat áhugamál…..

Tann 30. januar 2006
skrivar Sorenskrivarin í Føroyum bræv til Føroya Landsstýri c/o Fiskimálaráðið

Inkaldelse til tvangsauktionsmøde, vedrørende Tvangsauktion over fartøjet ”Napoleon” tilhørende P/F Kongshavnar Útgerðarfelag, efter anmodning frá Føroya Sparikasse.

Forberedende møde fredag den 10. mars 2006 kl. 13:30.
Tvangsuktions møde fredag den 24. mars 2006 kl. 13:30

Tann 19. september 2005
skrivar advokaturin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag til Forsotsgrunn Fiskiflotans.

…skal hervið váttað móttøku av kravi tykkara uppá íalt kr. XXXX .

Sagt verðu frá at ongin ósemja er um nevndu skuld og óneyðugt skuldi sostatt verið at farið í rættin.

… tað er av størsta týdningi at kredittorar ikki fara so harðliga fram at teir harvið forkoma bæði okkum og sær sjálvum møguleikan fyri at fáa eina líkinda loyst burturúr….

Tann 16. juni 2005
undirskrivar Tórbjørn Jacobsen, sum stjóri í Kongshavnar Útgerðarfelag, roknskapin 2004 fyri felagið.
Í ársfrágreiðinini stendur m.a.:
….Felagið átti partabrøv í felagnum Atlantic Petrolium Ltd. og vóru tey áljóðandi kr. 1.000.000,-. Hesi eru nú seld fyri bókførdu upphæddina.
…. Bjørn á Heygum, advokatur eigur kr. 1000,- í B-partapengini, ímeðan A-partapeningurin sum er áljóaðndi kr. 1.000.000,- er býttur javnt millum teir báðar Joen Jacob Frantz Jacobsen og Tórbjørn Jacobsen.

(RED:
Tvs. at partabrøvini hjá Kongshavnar Útgerðarfelag í Atlantic Petrolieum vera seld fyri kurs 100.
Sambart Atlantic Petrolieum vóru partabrøv í felagnum seld fyri kurs 265 í desember sama ár.

Tað ber ikki til at fáa upplýst navið á persóninum sum hevur keypt partabrøvini, men sambart fyrispurninginum hjá Jacob Vestergaard er talan um at stjórin í felagnum, Tórbjørn Jacobsen, hevur selt partabrøvini til sín sjálvan.

Sitat frá ársfrágreiðing hjá Atlantic Petrolium:
 Í Juni mánaða 2004 hevur Atlanntic Petrolium aðalfund har heimild varð fingin til eina hækking.
Ein væleydnað kapitalhækking fór fram 16. – 31. desember. Tilsamans vóru teknaðar kr. 28 milliónir áljóðandi, uml. kr. 74 milliónir í kursvirði.
)

Tann 10. juni 2005
Skrivar fiskimálastýri til advokatin hjá Kongshavnar útgerðarfelag:

Víst verður til umsókn tygara dagfest 8. januar 2003 og seinni samskifti.

Tygum hava….. søkt um at landskassin vikir við 5. míó. kr. fyri nýgjum veðrættarláni til Føroya Sparikassa.

Fiskimálaráðið metir, at víkingin við 5 mió. kr. við láni hjá landskassanum fyri nýggjum tilsvarandi láni til Føroya Sparikassa liggur innanfyri virðisøkingina, sum er gjørd i skipinum í samband við umvælingar og nýíløgur, skal sagt verða frá, at umsóknin verður gingin á møti.

Tann 11. mars 2005
Skrivar fiskimálastýri til advokatin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag:

Viðvíkjandi umsókn um víkng fyri láni í m/tr "Napoleon".
Sum tygum kunnugt hevur 3. manna nevndin latið Fiskimálaráðnum ummæli dagfest 4. februar 2005, av umsókn tykara um víking fyri veðskuld frá landskassanum til nýtt veðrættarlán til Føroya Sparikassa uppá 5. mió. kr.

Í tilmælinum verður m.a. sagt:
Nevndin hevur tí mett, at fyritreytirnar fyri at ganga umsóknini á møti i útgangsstøðinum er í lagi…….
Trupuleikin er kortini at heimildin í nevndu lóg er serstakt tengd at spurninginum um umlegging.

Ein møgulig tilsøgn um víkja í hesum føri má tí fyrst og fremst grundast á støðu landskassans sum veðhavari, og harumframt við møguligari tilvísing til tann leist, sum varð lagtdur i upprunaligu viðgerðini av málinum.

Tann 4. februar 2005
Skrivar NEVNDIN FYRI UMLEGGING AV LÁNUM TIL FJARFISKIFLOTAN, til Fiskimálráðið.

Í skrivið dagfest 23/9-2003 bað Fiskimálaráðið um ummæli av umsóknini frá eigarunum av m/tr Napoleon.

Tilmæli var latið Fiskimálaráðnum har mett var – at ikki var, grunda á tilsend skjøl, grundarlag at staðfesta eina virðisøking, í mun til tað grundarlag, saneringin var givin á.

Við skrivi dagfest 12/2-2004 og á fundi 18/2-2004 við Fiskimálaráðið var heitt á nevndina at taka støðu til, um nevndin grundað á tað nýggja skjalatilfarið metti grundarlag var fyri at endurskoða avgerðina í málinum.

Nevndin tók málið upp til nýggja viðgerð og hevur í tí sambandi havt fund við umboð fyri FJM og fundar við Bjørn á Heygum, saman við Reiðaranum Torbjørn Jacobsen tann 7/1-2005.

Aftaná fundin við umboð fyri FJM kann staðfestast, at verksmiðjan er gjørd heilt av nýggjum, tí tann gamla verksmiðjan var niðurslitin og óhent.

Nevndin er eisini av reiðarrínum og FJM vorðin sannførd um, at virðið á skipinum er hækkað vena útskiftingina. Nevndin er eisini samd við reiðarríið um, at útskiftingin av verksmiðjuni var skilagóð tí hetta betrar úrtøkuna av rakstrinum. Hetta tó sjálvsagt treytað av, at neyðugu fíggjarviðurskiftini annars vóru í lagi.

Nevndin hevur tí mett, at fortreytirnar fyri at ganga umsóknini frá eigarunum av Napoleon á møti í útgangsstøðinum eru í lagi, um sami leistur verður nýttur í metingini av hesi umsókn, sum varð nýttur í viðgerðini av umsóknini viðvíkjandi Ocean Castle og hinum skipunum,l sum á sinni voru viðgjørd samstundis sambært løgtingslóg nr. 26 frá 14. mars 1997 um umlegging av lánum v.m. hjá Fjarfiskaflotanum.

Trupuleikin er kortini, at heimildin í nevndu lóg er serstakt tengd at spurninginum um umlegging.

Spurningurin um víking í veðrættarstøðuni, sum søkt verður um, hevur higartil verið viðgjørdur grundað á almennu viðurskiftini, herundir vanligu rættindini og skyldurnar, ið landskassin hevur sum lánsveitari og veðhavari í skipinum.

Ein møgulig tilsøgn um at víkja í hesum føri má tí fyrst og fremst grundast á støðu landskassans sum veðhavari, og harumframt við møguligari tilvísing til tann leist, sum var lagdur í upprunaligu viðgerðini av málinum.

Tann 2. desember 2004
skrivar Fiskimálaráðið til advokatin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag
Viðvíkjandi umsókn um fráfall av upprykkjandi veðrætti í Napoleon,
Víst verður til umsókn tygara dagfest 23/11-2004.
Sagt skal verða frá, at Fiskimálaráðið kann góðtaka, at Napoleon fær avdráttarskáa pr. 11/6-2004 á kr. 954.900,00 og avdráttarskáa pr. 11/12-2004 á kr. 954.900,00 ella tilsamans kr. 1.909.800, og at upprykkjandi veðrættur í hesum sambandi verður fráfallin.

Tann 28. mai 2003
skrivar Fiskimálaráði til advokatin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag
Viðvíkjnaid avtráttarskáa í Napoleon

Víst verður til skriv tygara dagfest 9/5 og 21/7 2003
Sagt skal verða frá, at Fiskimálaráðið kann góðtaka, at Napoleon fær teir í nevnda skrivi adráttarskáa uppá kr. XXXX 2003 og at upprykkjandi veðrættur í hesum sambandi verður fráfallin.

Tann 8. januar 2003
skrivar advokaturin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag til Fiskimálaráðið

Umsókn um umlegging (víking) av lánum í rækjutrolaranum Napoleon.

….. Orðsøkin til umsóknina er tann, at reiðarríðnum tørvar likivitet til raktsturin…..

Tann 23/11-2003
skrivar advokaturin hjá Kongshavnar Útgerðarfelag til Fiskimálaráðið
Viðvíkjandi umsókn um fráfall av upprykkjandi veðrætti í rækjutrolaranum Napoleon….
Vísandi til trupulleikar í rækjuvinnuni og tunga raksturin hjá øllum rækjutrolarum, skal undirritaði hervið enn einaferð søkja Fiskimálaráðið um fráfalla upprykkjandi veðrætt fyri lán hjá Landskassanum í rækjutrolaranum Napoleon, soleiðis at Føroya Sparikassi kann veita avdráttarskáa fyri 1. veðrættarlánið í skipinum´fýri ávíkavist terminirnar pr 11/6-2004 og 11/12-2004.
Gingið verður út frá at henda umsókn kann gangst á møti eins og fyri undanfarna ár.