Um ásetingin í lógini um vinnuligan fiskiskap, har heimilað verður útlendskum kapitali, í hvørjum einstøkum føri, at eiga upp til ein triðing, er ein ventilur sum verður brúktur sum innfalsvinkul til útlendska yvirtøku av føroyskari fiskivinnu, fari eg at mæla til, at rætturin hjá útlendskum kapitali at eiga hendan triðingin í føroyskum sjóvinnufyritøkum verður tikin burtur sum skjótast, fyri at tryggja, at tilfeingið verður verandi á føroyskum hondum, sigur Tórbjørn Jacobsen tinglimur.
Tórbjørn Jacobsen, tinglimur, hevur sett fram fyrispurning til Bjørn Kalsø, landsstýrismann í Fiskivinnumálum, har hann vil hava útgreinað, um fiskimálaráðið hevur ella ætlar at kanna eitt nú sølurnar av Vesturvón og JFK-trol, í so máta.
Í londunum kring okkum verða slíkar sølur kannaðar til botns, nagla fyri nagla, fyri at tryggja, at fult innlit er í eigaraviðurskiftunum og at fora fyri, at eingir undirsáttmálar eru, sum kunna benda á, sum í hesum aktuella førinum, at føroyska luttøkan ikki er annað enn reint strámannavirksemi.
Landsins myndugleikar brúka stóra orku uppá at samráðast við onnur lond, fyri at tryggja føroyska samfelagnum vinnurættindi, tá kann tað ikki vera rætt, at hesi rættindi ikki koma føroyskari vinnu og føroyska samfelagnum til góðar. Nærliggjandi er at spyrja, hví tær almennu Føroyar skula brúka orku og tíð til at samráða seg fram til býtishandlar millum svartkjaft á Føroyaøkinum við tosk í Barentshavinum, bara fyri at m.a. íslendskur kapitalur fer av landinum við profittinum.
– Vit kunnu ímynda okkum eina støðu, har t.d. flotin, sum í dag er heimahoyrandi í Klaksvík, liggur svínabundin við bryggju í Klaksvík, sum symbolsk vinnutól, meðan útlendingar gera sær dælt av tilfeinginum, sum hesir bátar av røttum áttu at troytt. Í ringasta føri kunna vit enda í afrikanskum tilstandum, har koreanskir, japanskir og hálendskir verksmiðjutrolarar hava uppkeypt arvasilvurið hjá fólkinum og dustsúgva grunnarnar eirindaleyst. Modellið í Føroyum hevði verið, at tveir ella tríggir íslendskir ella norskir verksmiðjutrolarar lógu á Norðhavinum og grópaðu grunnarnar upp ímeðan norðoyingar vóru niðurbardir vinnuliga og livdu av ALS ella onkrum øðrum fíggjarligum samfelagstekniskum umfordeilingslykli.
Vit eiga tilfeingið
Tórbjørn Jacobsen eftirlýsir eisini einum orðaskifti um tilfeingið.
– Skal eg siga sum er, so takið eg als ikki undir við, at útlendingar nú fara at taka yvir alla sjóvinnu í Føroyum. Vinnuna, sum stendur í beinleiðis sambandi við natúrugivna tilfeingið.
– Íslendingar og norðmenn sita sjálvir og tvíhalda um síni egnu rættindi, og so loyva vit teimum møguliga at keypa seg til føroysk rættindi. Hetta kann als ikki góðtakast.
– Í løtuni verður útlendingum loyvt at eiga 33,3 % av føroyskum sjóvinnufyritøkum, men sum tað sær út í løtuni, so verða hesi 33,3 prosentini brúkt til at flyta føroysk veiðurættindi á útlendskar hendir og tí fari eg at mæla til, at útlendingar als ikki fáa loyvi til at eiga pening í føroyskum sjóvinnufyritøkum,
– Tað er soleiðis, at tá ein fyrst hevur selt veiðurættindini tá er ógjørligt at fáa fatur á teimum aftur, og hetta kann fáa katastrofalar fylgir fyri føroyska samfelagið frameftir.
– Eisini eru peninga upphæddirnar, sum ein er uppímóti í hesum høpinum so svimlandi stórar, at ein fær ikki annað enn spurt seg sjálvan, hvaðani hesin kapitalurin kemur, sum sigst vera ristur upp úr føroyskum lummum, eftir lítlari løtu.
– Eg fari at mæla Bjørn Kalsø til at binda um heilan fingur, tí við sølunum sum vit nú hava verið vitnið til er møguliga vandi fyri, at ein stór lavina fer á rull, sum kann fáa álvarsligar fylgir fyri Føroyar.
– Klára vit ikki sjálvir, at eiga eitt vinnulív sum stendur á okkara egna tilfeingið, tá er eingin meining í framhaldandi at búgva í hesum landinum. Tá er uppdriftin so veik, og armóðin so stór, at einastu ráðini eru at geva skarvin yvir og geva seg sjalvan upp til skutils. Ongin hevur prógvað tað betur enn klaksvíkingar, at tað ber til at standa uppi av sær sjálvum, eisini vinnuliga, um viljin bara er til tað. Hví skal hesin sami vilji ikki vera meginásin í øllum fólkinum og fyri tann skuld, øllum samfelagnum annars.




