Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongdin við venarauppsøgnum er heilt burtur við

John William Joensen

sigur Petur Mohr sum síðan 1991 hevur verið venjari í fremstu føroysku deildini.

– Nógvar av uppsøgnunum, sum vit hava verið vitnið til seinastu árini vísa hvussu vánaligar leiðslurnar í feløgunu eru.
– Taka vit HB, sum júst hevur sagt venjaran úr starvið, so var stjórin í P/F Havnar Fótbóltur fyri fáum vikum síðan í fjølmiðlunum og segði at um HB ikki vann dystin móti Skála so hevði felagið ein trupuleika.
– HB hevur ikki havt bestu byrjaninna í ár, men tá leiðslan í felagnum eftir nøkur fá umfør setur alt upp á eitt breytt við at siga at úrslitið av einum dyst skal avgerða lagnuna hjá venjaranum – er man totalt langt úti.
– Eg eri sannførdur um at nógv feløg hava ein leiðslutrupuleika og at ein stórur trupuleiki er at venjarar fáa lítla og onga uppbakking frá leiðsluni.

Saknar veruligan dialog
Petur Mohr sigur at tá ein arbeiðsgevari sær at leikarar ikki liva upp til tað sum væntanst kann, so eiga partarnir at tosa sæman.
– Minstakravið er at tað er ein seriøsur dialogur millum leiðsluna og venjaran og at man bakkar hvønn annan upp.
– Tað at sekkja fólk uppá strípu hvørja ferð ein trupuleiki er – er sera ódámligt. 

Petur Mohr sigur at tað er upp á tíðina at venjarafelagið fer at virka sum eitt fagfelag.
– Seinast landsdystir var á skránni, tosaðu venjarar saman um at fáa venjarafelagið at virka sum eitt fagfelag og eg haldi tað vera ein sjálvfylgja at vit eru í einum felag.

Krystoft sera dugnaligur
– Eg haldið at Krystoft gjørdi eitt bragd tá hann fekk VB til meistara.
– Um tú hyggur at teimum feløgum, sum seinastu 10 árini hava verið meistarar, so er heilt greitt at felags fyri tey er, at tey høvdu bestu leikararnar. Tað hevði VB ikki tá teir gjørdust meistarar og tað var tí eitt satt venjarabragd.
– Krystoft er sera professionellur og krevur nógv av sínum leikarum og hansara professionelli instillingur burdi passa betur til eitt felag í høvuðsstaðnum har leikarar hava betri møguleikar fyri at venja nógv enn eitt nú leikarar í bygdafeløgum.
– Eg dugi illa at skilja almennu orðsøkirnar hjá HB leiðsluni at siga venjaran upp tí teir kunnu enn náa at vinna nakað stórt í kappingini.

(RED: Ein óheppin orðing har Petur Mohr var siteraður fyri at siga at HB leikararnir ganga og mæla í SMS, hevði sníkt seg inn í tekstin.  Hetta er nú rætta.)

Harleyfacadeacryl