Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Gongst væl við Mentanarhúsinum

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Uppstarturin eftir summarsteðgin hevur gingið strúkandi hjá Mentanarhúsinum. Alla síðstu viku riggaðu teir byggiplássið til og skipaðu tað til næsta leik, sum er at stoypa kjallaraveggirnar.

Teir løgdu formar, hópin av armering og ymisk amboð uppá pláss og skipaðu tað komandi arbeiðið. Tað er eisini sera arbeiðsligt á stóru botnplátiuni, sum er heili 60 cm tjúkk og telur tú rúmmetrarnar av betong, so eru teir ikki færri enn 300 í tali.

 

Botnplátan kemur væl útum útveggin, sum aftur ger tað sera arbeiðsligt á staðnum.

 

Og í dag er rættilig ferð komin á. Teir 10 dugnaligu forskallarnir, sum eru á byggiplássinum saman við Jógvan Josias á Hædd, hava í dag reist smáar 30 m av forskalling upp (innveggin) – Sera snotilig forskalling, sum Kanjon eigur, ið ikki er so nógv brúkt.

 

Tann fyrsta stoypingin av kjallaravegginum verður heilar 4,70 m høg. Tá eru teir komnir upp í gólvhædd í stóru høllini, ið er í somu hædd, sum verandi ”stovugólv” í Posthúsinum.

 

Tað, sum nú verður gjørt, er, at seta upp útsparringar fyri vindeygum og so armera veggin, áðrenn útveggurin av forskallingini kemur fyri.

 

Rokna verður tí við, at tann fyrsta stoypingin av kjallaravegginum, sum er um ein 1/3 av øllum kjallaraveginum, verður stoypt seinni í hesi vikuni.

 

Hetta er rættiliga at fegnast um, og er eitt risa lop tann rætta vegin. Í arbeiðsskúrinum hanga sjálvandi hópin av arbeiðstekningum, men stundum verða onkrir smálutir greiddir ella eftirhugdir á snildfonini, har eisini slepst til tekningirnar – mitt á byggiplássinum. Eingin tíð er at spilla.

 

Tað eru teir báðir skilamenninir hjá Kanjon, Eskild Norðbú, sum hevur byggileiðsluna av verkætlanini kring Mentanarhúsið og Jógvan J. á Hædd (Jógvan Si), sum er arbeiðsformaður á byggiplássinum.