Á seinasta nevndarfundi hjá Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini, varð samtykt, at kommunan skuldi fara í holt við, at gera eina gongugøtu framvið Ósánni.
Ætlanin er, sigur Kristian Eli Zachariasen nevndarformaður í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini, at gøtan skal vera liðug komandi ár. Somuleiðis fer kommunan eisini at leggja dent á, at gera gøtuna atkomuliga fyri øll. Ætlanin er, at steinseta gøtuna við “herregårds” steinum og somuleiðis hava ljós framvið gøtuni. At steinseta gonguteigar og gøtur við “herregårds” steinum, er nakað ið verðandi samgonga hevur lagt stóran dent á, sigur Kristian Eli Zachariasen.
Ósáin verður rein í 2016
Sambart verðandi kloakk og spillivatns ætlan, verður Ósáin rein í 2016. Hetta er tengt at arbeiði, ið verður framt í 2015 og 2016, millum annað at leggja nýggjar spillivatns leiðingar í Bøgøtu norður og við Heygavegin. Somuleiðis skal eitt nýtt reinsiverk gerast.
Spillivatnsarbeiði hevur gingið væl í ár
Klaksvíkar Kommuna setti umleið 8 mil. kr. av til kloakk og spillivatns arbeiði í 2014. Arbeiði hevur hilnast væl. Garðarvegur, Vágstún og Vágsgeil hava fingið lagt nýggjar leiðingar, meðan gongd er í arbeiðinum í Áninum, Vágsheygagøtu/í Garðinum og Víkavegi/Hamarsniðinum. Ætlanin er at fara ígongd við norðara partin av Bøgøtu, Gerðagøtu, Klaksvíksveg/Hvíthúsbrekku seinni í ár, hetta arbeiði kemur at strekkja seg inn í 2015, sigur Kristian Eli Zachariasen at enda.




