Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongur hart á í Landsstýrinum

John William Joensen

Fólkaflokkurin heldur fast við krav um fleiri almennar sparingar og Sambandsflokkurin vil hava fleiri pengar til nýggj tilboð á heilsu- og skúla økinum. Ósemjan í samgonguni førdi í gjár til at fíggjarkarmarnir ikki vóru bornir løgtinginum sum ætlað og í løtuni er einki sum talar fyri at semja verður funnin í dag.

Í seinasti viku skrivaðu vit at Sambandsflokkurin skal sambært vælvitandi keldum hava kravt at prístalsviðgerðin av blokkinum verður tikin við í fíggjar karmarnar fram til 2018 og merkir hetta at blokkurin kemur at hækka komandi árini. Harafturat ætlar samgongan at hækka sildakvotuna 20% og leggja tilfeingisgjald á sildina. Arbeitt verður við tilfeingisgjaldi á alla fiskivinnuna og at hækka tilfeingisgjaldi á makrel og alivinnuna. Sjómannafrádrátturin verður strikaður heilt ella lækkaðar munandi.

Sum skilst er spurningurin um prístalsviðger av blokkinum avgreiddur, men framhaldandi er ósemja um raðfestingar, m.a. um nýggj tilboð sum Sambandsflokkurin vil hava framd á heilsu- og skúlaøkinum longu í 2014. Fólkaflokkurin krevur almennar sparingar og ósemjan er somikið stór at avgjørt var ikki at bera tinginum uppskotið í gjárkvøldið sum ætlað.