Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongur væl at rudda vøllin

Jákup Ósá

(Andorra) Tað er neyvan vandi fyri avlýsing í Andorra í dag, nú tað hevur kavað illað.

Myndin er tikin kl. 12.48 og tá gekk væl at rudda seinasta kavan av vøllinum. Tað er kalt í Andorra, men sum skilst væntast veðrið at blíva hampiligt í kvøld. Í løtuni bendur alt á, at dysturin verður spældur og byrjar kl. 17.00 føroyska tíð.

Føroyska liðið er sett til dystin: 

Gunnar Nielsen verður í mál, og í føroysku verjuni verða Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen og Viljormur Davidsen. Á miðvøllinum verða Kaj Leo í Bartalsstovu, Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson og Gilli Sørensen. Nakað framman fyri miðvøllin verður Jóan Símun Edmundsson, og fremsti maður á føroyska liðnum frá byrjan verður Páll A. Klettskarð.

Eykaleikarar: Teitur M. Gestsson, Símun Rógvi Hansen, Bárður J. Hansen, Pól Jóhannus Justinussen, Odmar Færø, Hørður Askham, Rógvi Baldvinsson, Jóannes Bjartalíð og Klæmint A. Olsen.